Oddali?ini eru tey somu

Fótbóltur: Fyrsta umfari? í landskappingini gav ábendingar um, at tey tr? feløgini, sum enda?u ovast í fjør, eru betri fyri, enn hini eru ta?

So er fótbólturin av álvara farin á rull. Ta? fyrsta av átjan umførum í landskappingini í 1. deild hjá monnum er fari? afturum, og frá nú av og fram til fyrst í oktober, fer ta? nógva av prátinum hjá nógvum at snúgva seg um fótbóltin, og hvussu ta? fer at gangast hjá teimum ymisku li?unum og spælarunum. Hjá summum ver?ur talan um vónbrot, naglabit og nervar, tá ta? skal gerast upp, hvør skal tungu lei?ina ni?ur í 2. deild, og hvør skal spæla um eitt pláss í 1. deild, og hjá ø?rum fer ta? at snúgva seg um spenningin, sum ver?ur kn?ttur at kappingini um FM heiti? og tey ovastu plássini, sum geva atgongd til Europa Cup.

Í longum talvi eru mangir leikir, og ta? er gamalt, at eingin hevur, so seg?i hann »forleika? seg«, tá bara ein leikur er fluttur. Men n?ta vit fyrsta umfari? sum grundarlag fyri einari meting av, hvussu li?ini eru fyri, so var ta? sunnudagin sjón fyri søgn, at ta? eru tey tr? li?ini, sum enda?u ovast í fjør, sum eru best fyri.

Í fjør fekk HB gull, KÍ silvur og B36 bronsu. Á fyrstu stø?utalvuni í ár er B36 ovast, KÍ næstovast, og HB er á tri?ja plássinum. B36 og KÍ vóru sera sannførandi og vunnu stórar sigrar, og HB, sum hev?i mótstø?uli?, i? var væl betri upplagt enn tey, sum hini bæ?i fremstu li?ini høvdu, vann vi? tveimum málum. Gøtumenn, sum í fjør enda?u á fjór?a plássi, eru á hesum sama fjór?a plássinum eftir fyrsta umfari? í ár, men teirra sigur á heimavølli móti B71, sum fleiri hava rokna? millum evnini til ni?urflyting, var ikki sannførandi.

Ta? kann væl vera, at ta? skjótt fer at venda. Longu fríggjadagin, sum er d?ri bi?idagur, ver?ur anna? umfari? spælt, og tá hittast tvey av teimum li?unum, sum vunnu sínar dystir sunnudagin. HB, sum fyri gó?ari viku sí?ani á heimavølli vann móti GÍ í bólkaspælinum í steypakappingini, fær aftur vitjan av gøtumonnum, og tá HB í tri?ja umfarinum um knappar fjúrtan dagar hevur veri? í Klaksvík, fara vit ivaleyst at hava eina ábending um, hvussu toppli?ini eftir fyrsta umfar eru fyri í mun til hvørt anna?.

KÍ vann stórt á B68, og á Toftum spyrja fólk seg, um ta? aftur í ár skal ver?a eitt strí? fyri at sleppa undan ni?urflyting, heldur enn at kappast um tey fremstu plássini. B68 er á aftasta plássi, og teir skulu skjóta nógv mál og halda ofta og leingi tætt, á?renn teir fáa rætta? upp á ljóta málmunin. Hesar næstu dagarnar skulu toftamenn tvær fer?ir til Su?uroyar. Sunnudagin ver?a fjór?ingsfinalurnar í steypakappingini, og tá skal B68 til Vágs, og annan sunnudag skal B68 vitja Sumba, sum var hitt li?i?, i? sunnudagin leg?i rygg til stórtap.

Tríggir brasilumenn vóru á li?num hjá B68 í Klaksvík. Tann einasti, sum ta? var? lagt til merkis, var Messias, men ta? var ikki fyri ta? gó?a, tí Messias var? sum tann fyrsti í fótbóltslandskappingini í 1999 rikin av vølli, so hann ver?ur ikki vi?, tá B68 fríggjadagin á heimavølli skal royna at reisa seg móti NSÍ. Teir í Runavík vóru vónbrotnir eftir javnleikin móti fuglfir?ingum, sum ikki tykjast at vera so sørir, sum summi undan kappingarbyrjan hava rokna? teir at veri?.

Kappingarskráin er løgd solei?is, at B36 beinanvegin skal gera bá?ar su?uroyarfer?irnar burtur av sær. Í Sumba komu teir so miki? væl frá tí, at teir eru ovast á talvuni í dag. Fríggjadagin skulu teir spæla í Vági, og tann uppger?in ver?ur ikki tann minst spennandi í ø?rum leikumfarinum.