Neistakvinnur staðfesti sína støðu sum oddalið í Sunset-kappingini seinnapartin. Málini komu allastaðni frá, tá ið tær bláu veruliga gjørdu av við Tjaldur. Heili 43-17 vunnu tær, eftir at hálvleiksstøðan var 23-11.
Talan var um topp ímóti botni, tá ið illa sperdu kvinnurnar hjá Tjaldur vitjaðu Neistan í Høllini á Hálsi seinnapartin. Neistakvinnur runnu alt fyri eitt undan, og tá ið hálvleikur var, var støðan 23-11.
Í seinna hálvleiki helt sama gongdin fram. Tjaldur hevði sera ilt við at bróta seg ígjøgnum, og serliga umvegis skjótálop skolaðu málini hjá Neistanum inn. Ímóti dystarenda sluppu fleiri av teimum ungu leikarunum hjá Neistanum at royna seg.
Neistin vann dystin 43-17 og heldur harvið fjarstøðuna niður til hini liðini. Neistin hevur nú 22 stig fyri 12 dystir, meðan VB og Stjørnan hava 14 stig fyri ávikavist 10 og 11 dystir.
Yvirlit yvir málskjúttarnir verður at síggja í Sosialinum mánadagin.