Sum leygardagurin var merkisdagur, so er gevarin, Sofus Olsen, sannur merkismaður. Væl lærdur, dugnaligur vinnulívsmaður, politiskt virkin frá ungum árum í Tjóðveldisflokkinum, listkønur sum fáur og listasavnari um ein háls. Hann kundi havt valt aðrar loysnir hann valdi ta stórfingnu og ósjálvsøknu loysnina. Við at geva myndir sínar til eitt listasavn í heimbygdini hevur Sofus Olsen tryggjað sær, at myndirnar verða savnaðar á einum stað fyri alla tíð. Hetta er stórt hugsað og stórt avrikað. Sofus hevur sum kunnugt ikki bara latið myndirnar, men hann hevur eisini latið sjálvi savnshúsini smíðja av góðum handverkarum, so her er rívan tikið til. Fyri hetta eigur Sofus ongantíð at verða gloymdur, men mintur sum tann sanni hugsjónarmaður, ið hann er. Sum kunnugt var Sofus Olsen tilnevndur ársins maður av Miðlahúsinum vit kundu valla havt valt betri.
Sandingar kunnu fegnast og vera erpnir av bygdamanni sínum. Listasavnið fer at hava ómetaliga stóran mentanarligan og vinnuligan týdning fyri bygdina. Listaverkini verða varðveitt undir tryggum umstøðum og kunnu so hanga har til mikla gleði og mikið gagn fyri núlivandi og fyri komandi ættarlið. Á savninum hava vinir Sofusar sett bringumynd av Sofusi, sum Hans Pauli Olsen hevur gjørt. Hetta er gott tiltak og skal henda mynd minna núlivandi og komandi ættarlið á henda sjáldsama mann, sum gav síni heimbygd stórfingna og almentgagnliga gávu.
Sosialurin