ODDAGREINA: Ger sum fólkaflokkur sigur

Tað ljóðaði, sum um samgongan meinti tað í álvara, tá tey í oktober í 2011 skriv­aðu í samgonguskalið, at nú skuldu broytingar ger­ast – tosað var um eina »fiski­vinn­u­ný­skip­an«.

Í samgonguskjalinum stendur, at »Greiður ræðisrættur verður knýtt­ur at veiðiloyvum, fiski- døg­um og kvotum. Samgongan sam­an við fakfólkum ger við út­gangs­støði í loyv­is­treyt­u­num í ali­lóg­gáv­uni upp­skot um, hvussu ein tíð­ar­av­mark­að/rull­­andi skipan verður gjørd.

Eisini stendur, at »Fisk­i­vinn­u­lóg­gáv­an verður dagførd og gjørd ein­fald­­ari og skal leggjast fyri politisku skip­an­ina til støðutakan í 2012.«

Men álvarin í málinum tykiast kám­ast rættiliga nógv, nú málið er drig­ið so langt út – og nú komið er um hálvt valskeið hómast einki, ið minn­ir um eitt slíkt uppskot.
Í einum uppriti til landsstýrið í fjø­r hómast tó, hvat tað er, sum lands­stýr­is­mað­ur­in á økinum leggur í hend­an nýskipanarpolitikkin á fisk­i­vinn­u­økinum:

»Eg biði um undirtøku fyri at ar­beiða ítøkiliga við hesum lóg­ar­broyt­ingum, so at tær kunnu leggj­ast fyri Løgtingið í hesi tingsetuni, sam­an við eini tekniskt yvirhálaðari lóg.«
Men einki hendi, einki uppskot kom í tingið ta tingsetuna, og tað kem­ur heldur einki hesa ting­set­una.

Jacob Vestergaard sigur her í blað­num í dag, at tað er ikki semja um týð­andi tættir í fiskivinnuna. Held­ur ikki innanhýsis í sam­gong­uni eru tey samd – og tað held­ur lands­stýr­is­mað­urin vera minsta­mark fyri, at hann fer í tingið við ein­um lógaruppskoti.

Hóast allir flokkar tosa um hesa komandi nýskipanina innan fisk­i­vinn­una, so her hon ikki til í hug­a­heim­i­num hjá Fólkaflokkinum. Jac­ob Vestergaard ætlar sær als ikki at skunda sær í tingi við nøkr­um lógaruppskoti – hann sigur bein­leið­is, at hann fer ikki at bróta seg sund­ur fyri at fáa eina semju.

Á tingsins røðarapalli gav løg­mað­u­r 12. oktober samgonguni freist til 1. apríl í ár at koma í tingið við ný­skipanum:
– Síggja vit ikki nakrar ítøkiliga ný­skip­anir fyri 1. apríl, tá ið játt­an­ar­karm­arnir fyri 2015 skulu leggjast fyri Løg­ting­ið, hava vit onga orsøk til at bjóða okkum fram at vera stjórn­ar­ber­andi, segði løgmaður.

Soleiðis kunnu vit staðfesta, at tað er ikki løgmaður, sum ræð­ur í landsstýrinum. Tað ger Fólk­a­flokk­urin. Kenna vit løgmann rætt, so legg­ur hann ikki frá sær fyri 1. apríl. Hann ger, sum hann plagar: Hann ger, sum Fólkaflokkurin sigur.