Obama vann stórt – hann fekk 38 prosent av atkvøðunum, meðan John Edwards og Hillary Clinton fingu ávikavist 30 og 29 prosent. Fyri Hillary Clinton er ósigurin ein smeitur. Hon hevur verið á odda í øllum veljarakanningum, so hon og stuðlar hennara mettu sigurin at vera heima. Hillary Clinton kann ugga seg við, at rættiliga konservativi búnaðarstaturin Iowa ongantíð hevur kosið kvinnu til Senatið, og tí átti ósigurin ikki at undra nakran. Hinvegin hevur Iowa aldri valt ein afroamerikana til Senatið og tí er sigur Obamas ein verulig stórhending í amerikonskum politikki.
Hvat merkir so hetta undanvalið og hvønn týdning hevur tað í styttri og longri høpi? Valúrslitið er fyrst og fremst eitt tekin um, at veljararnir í Iowa ynskja broytingar í mun til rikna politikkin, og hetta er galdandi fyri báðar flokkar. Næsta týsdag fæst at vita, um henda myndin er galdandi fyri New Hampshire – er hon tað, so er mestsum givið, at hon er galdandi fyri alt USA. Verður úrslitið í Iowa galdandi fyri alt USA, soleiðis, at næsti forseti verður antin Huckabee ella Obama, fáa vit sambært viðmerkjarar hjá teimum stóru sjónvarpsrásunum eitt heilt nýtt USA. Hetta verður antin eitt USA, sum verður uppaftur meira konservativt og høgravent enn í dag ella eitt USA, sum innanríkispolitiskt verður meira miðsøkjandi, men sum á uttanríkispolitiska økinum fer at hava ein heilt annan profil enn í dag. Enn er ov tíðliga at spáa um endaliga úrslitið, men longu komandi týsdag verður myndin munandi meira klár.
Sosialurin