Fólkaskúlin er fundamentið, og má tí má hann hava tey best møguligu korini. Uttan ein góðan fólkaskúla, er einki at byggja víðari uppá. Tá grundstøðið verður lagt við einum góðum fólkaskúla, so er umráðandi, at miðnámsskúlar og skúlar, ið útbúgva fólk til arbeiðsmarknaðin, hava góðar teytir at virka undir. Fróðskaparsetur og hægri lestrarstøð eru eisini av týdningi, men fortreytin má vera eitt gott grundfesti í einum góðum fólkaskúla og góðum miðnámsskúlum.
Tað vilja altið verða skúlar, ið kunnu vera góðir at hava, men alt til sína tíð. Kunnu vit veruliga bert sita og hyggja at, meðan eitt nú Tekniski Skúli í Havn hevur húsast eina fjórðingsøld í barakkum, meðan man avsetur milliónir til nýggj projekt, ið helst hoyra heima eitt vet longri niðri í raðfestingini?
Eiga vit ikki at fáa tað at rigga, sum er, áðrenn vit tynna uppaftur meira út við nýggjum skúlum?
Tað er ivaleyst uppá sítt pláss, uppá sikt, at byggja ein listaskúla, men týdningarmikið er at gera sær greitt, hvar hesin skúli passar inn í samlaðu raðfestingina. Vit hoyra dag og dagliga um, hvussu nógv væntar í til at halda fólkaskúlalógina. Vit síggja, at høli mangla til Fiskivinnuskúlan í Vestmanna, at Tekniski Skúlin í Havn heldur til í barakkum og at Føroya Studentaskúli og HF-Skeið halda til í gomlum niðurslitnum hølum. Stutt sagt, so er nógv at tríva í hjá landsins skúlamyndugleikum, og tí eigur onkur at seta spurningin hví ein samlað raðfestingarætlan ikki verður gjørd fyri allan útbúgvingarsektorin í Føroyum til politiskt og alment kjak.
Tað ber illa til at diskutera ein skúla sum eitt einkultstandandi projekt uttan samstundis at hyggja at samlaða tørvinum innan føroyska útbúgvingarverkið. Eitt dámligt tiltak sum Listaskúlin eigur ivaleyst sítt pláss í hesari raðfesting, men hann má ikki diskuterast sum eitt einkultstandandi projekt, uttan atlit til, hvussu nógv er í stóra potti til aðrar hart tiltrongdar ábøtur.