Oddagrein· Torg í Vágsbotni

Nú nakað røkist fyri, at tað verður reinligari og nossligari í Vágsbotni, eiga vit at seta spurningin: kunnu vit ikki fáa meira burtur úr hesum vakra og søguliga plássi. Tað hevur jú eina søgu meira enn nakað annað pláss í landinum. Her verður hugsað um pakkhúsini og handilin sum fór fram har fyri mongum hundrað árum síðani. Ja tað osar av søgu í hesum økinum, og tað bera eisini gomlu, vøkru og sermerktu bygningarnir boð um. Spurningurin er bara, hvussu vit kunnu fáa meira burtur úr Vágsbotni, uttan at skemma plássið.

Her andar lív og gleði ? forvitni og spenningur - tá bátar koma inn við fiski ella fugli. Ella tá stuttleikabátarnir leggja at eftir langa ferð um høv og bera boð um sól og summar. Her finna vit eisini Undirhúsið við tess serstøku atmosferu. Og soleiðis kundi tú hildið fram. Men hví ikki troyta møguleikarnar her liggja. Hví ikki læra av øðrum, sum eitt nú myndugleikunum í Bergen og Stavanger. Har vit finna fiska- og sølutorg niðri í søguligu havnaumhvørvunum við tess vøkru og gomlu bygningum! Hví hugsa okkara lokalu myndugleikar ikki um slíkt.

Hevði tað ikki verið eitt frálíkt hugskot at skipað eitt sølutorg av onkrum slag. Har fiskimenn, fuglaveiðumenn og fólk, sum eru komin til býin at selja epli, gularøtur, kál og aðrar góðar vørur høvdu eitt fast stað at fara. Hetta kundi so verið partur av umhvørvinum rundan um vøkru og søguligu standmyndina av Nólsoyar Pálli.

Jú tað er bara at brúka hugflogið og tengja tað saman við møguleikunum, ið liggja fyri føturnar av okkum. Hetta er so eisini nakað, sum hevði gagnað ferðavinnuni, sum jú eisini er ein týðandi partur av Vágsbotni. So eitt veruligt torg í Vágsbotni hevði kunnað nøktað mangan góðan tørv hjá teimum, sum veiða fisk og fugl, hjá teimum, sum dyrka jørðina og hjá øllum øðrum, sum vilja hava frískar matvørur, og bara hjá teimum, sum vilja hitta fólk. Slíkir tankar fostrast eitt nú í nátatíðina, tá fólk standa í bíðirøð fyri at keypa henda forkunnuga bita av føroyaleiðini. So er hetta hugskotið kastað út til onnur, sum stýra og vara av, at taka til sín. Livst so spyrst.

Sosialurin