Suðuroyingar eru ónøgdir við avgerðina at vraka Suðuroynna, tá tað snýr seg um útgerðarvirksemi. Landsstýrið ella partar av tí hava sagt seg vilja lurta eftir suðuroyingum. ?Allar síður eru ikki syftar enn, og spurningurin er ikki endaliga avgreiddur? skrivar samgongutingmaður í bløðunum. Og formaður Tjóðveldisfloksins hevur úttalað, at landsstýrismaðurin skal halda seg til samtykt løgtingsins.
Spurningurin er, hvat nú fer at henda. Sum skilst á landsstýrismanninum í oljumálum, gongur málið nú sína gongd. Fyrsta dagin verður avgjørt, um útgerðarhavnin verður í Havn ella í Runavík. Í lógini um fyrsta útbjóðingarumfar stendur m.a. :?Tá landsstýrismaðurin veitir loyvi, skal hann leggja dent á, at leitingar- og framleiðsluvirksemi úr Føroyum eisini fer fram í útjaðaranum?. Nú Suðuroyggin ikki slapp uppí part hevur landsstýrismaðurin gjørt greitt, at oljuverja ol útgerð skal vera í Suðuroynni. Men hetta eru suðuroyingar ikki nøgdir við. Teir vilja hava veruligt virksemi. Spurningurin er, hvat trýst hinir flokkarnir í Tinganesi ætla at leggja á oljumálaráðharran og hvat hann fer at góðtaka av slíkum. Hvussu víkir og vendir so verður talan um at tulka umrøddu lógargrein. Og tulkar oljumálaráðharrin hana sum at tað er nokk at leggja oljuverju í Suðuroynni í fyrstu syftu, tá er spurningurin, hvat restin av landsstýrinum fær gjørt.
Tað er annars uppá tíðina, at landsins hægstu menn og kvinnur leggja leiðina suðureftir at síggja og hoyra, hvussu støðan er í oynni. Fáur man ivast í, at samfelagið Føroyar hevur eisini eina ábyrgd av at vera við til at menna teir partar av landinum, sum eru afturútsigldir.
Nógv útgerðarvirksemi verður neyvan fyrr enn olja er funnin og framleiðsla byrjar og hevur oljumálaráðharrin sagt, at tá eigur Suðuroyggin at koma uppí part. Sama segði útlendskur útgerðarmaður við Sosialin herfyri.Vildi tað tí verið eitt hugskot fyri at geva suðuroyingum trúgv uppá framtíðina, at tingið t.d. samtykti, at partur av virkseminum skal oyramerkjast til Suðuroynna, um framleiðsla verður.