Oddagrein.Spenningur í Vágum

Í oddagrein í gjár viðgjørdu vit komandi løgtingsval í Sandoynni, har tað er mest sannlíkt, at tað verður eitt skifti í tingmanningini, nú fyrrverandi tingmaðurin og landsstýrismaðurin hjá Fólkaflokkinum ikki stillar uppaftur. Javnaðarflokkurin setir tí alt inn uppá at fáa mannin og roynir sína sterkastu uppstilling í øllum valdøminum.


Eitt annað av smærri valdømunum, sum er ikki minni áhugavert, er Vágar. Har hava A og B í løtuni tingmenninar. Úrslitið av fólkatingsvalinum bendir á, at B stendur seg sera væl í Vágum og at lítið restar í at fáa 2. mannin. Men eitt er fólkaftingsval, nakað annað er løgtingsval. Tað er lítið sannlíkt, at B fær tveir mans. Tí má roknast við øgiligari kapping millum A og C um hin tingsessin. Ikki tí ? man skuldi hildið tað vera náttúrligt, at A fekk mannin, nú tað hevur sitið á hesum sessinum alt skeiðið og hevur verið umboðað bæði á tingi og í landsstýri, og har haft møguleika at samtykkja útbyggingar í oynni. Men tað er greitt, at veljarin hyggur eisini eftir, hvønn politikk landsstýrið hevur rikið á øðrum økjum enn teimum, sum umrøddu umboð fyri A hava umsitið. Her verður ikki minst hugsað um fullveldisrákið í Tinganesi, har tað eydnaðist E at toga A rættiliga langt, áðrenn løgmaður setti bremsuna í. Helst eru tað eisini veljarar hjá A, sum rýma til B og møguliga eisini C sum eitt móttmæli móti fullveldispolitikkinum.

At B fær mannin aftur í Vágum er eingin ivi um. Spurningurin er tí, um tað verður A ella C, sum fær hin mannin. Eftir fólkatingsvalinum at døma stendur ikki alt ov væl til hjá A, men tað er ikki rætt at brúka tað valið sum heilt álítandi barometur. Men tað gevur so eina ábending. C stillar upp við fólkum, sum kunnu taka væl av atkvøðum. Spurningurin er, um tað er nóg mikið til at innheinta ein landsstýrismann og ein tingmann í hvør síni bygd. Hinvegin kann henda, at sambandsveljarar hava innsæð, at teir fáa ikki tveir mans í Vágum, og at teir tí fara at umhugsa, um teir skulu gera av, hvør av hinum flokkunum, A ella C skal hava hin mannin. Tvs. at teir fara at atkvøða taktiskt.

Tá hugsað verður um, at B og C hava verið í andstøðu alt skeiðið, og at flokkarnir hava víst á eitt møguligt samstarv eftir valið, kann henda, at sambandsveljarar heldur fara at lata sína atkvøðu til C. Tað vil so eisini vera ein taktisk skilagóð avgerð, um hetta kann økja um møguleikan hjá B at koma í Tinganes saman við C. Soleiðis ber eisini til at ávirka eitt valúrslit ? at leggja sína atkvøðu lokalt, so hon uppá landsbasis og fyri framtíðina betri kann tryggja eins egna flokki lut í landsins stýri.

Sosialurin