Oddagrein·Sosialurin í Eysturoynni


Í dag letur Sosialurin upp blaðdeild í Eysturoynni. Hetta er triðja verkætlanin ? roynd av sínum slag ? hjá blaðnum at fáa betri fótafesti úti um landið. Fyri nøkrum árum síðani varð latin upp blaðdeild í Suðuroynni og í fjør varð sett á í Norðoyggjum. Nú er so túrurin komin til Eysturoynna.


Við hesum trimum redaktiónunum vil blaðið royna at gerast meira sjónligt um alt landið. Blaðið vil við hesum royna oftari at koma út til fleiri búpláss kring oyggjarnar. Nýggja tøknin og bøttu samferðsluumstøðurnar loyva fjølmiðlafólki hesum nógv betur.

Tað er greitt, at vit fara at halda fram á høvuðsredaktión okkara á Argjum sum higartil. Men lokaldeildirnar skulu vera okkara forlongdi armur. Tær skulu byggja brýr millum útjaðaran og miðøkið. Ein kann í ávísan mun siga, at tær skulu vera við til at geva blaðnum meira kjøt og blóð ? meira viðkomandi og livandi innihald. Telefonjournalistikkurin er týðandi partur av arbeiðinum í dag, men ansast má eftir, at hann ikki tekur heilt yvirhond.

Fyri at kunna greiða frá og endurgeva hendingar og upplivingar, sum fara fram ymsa staðni í landinum ? úr Sumba til Gjáar, úr Kirkju til Bíggjar ? betri, so er neyðugt at vera í nærumhvørvinum, á staðnum. Tað er hetta, sum vit vilja við okkara lokalredaktiónum og tí ?rullandi redaktiónini?, sum er úti um landið dag um dag, viku fyri viku, mánað eftir mánað....

Nú er land okkara lítið og til ber at røkka nógvum plássum við bili. Eitt nú alla Eysturoynna. Tí vil onkur helst halda, at tað er óneyðugt at gera íløgur í høli og amboð í oynni. Her mugu vit bara taka í egnan barm og viðganga, at fjølmiðlafólk hava ringt við at fara út um høvuðsstaðin. Ein orsøk er so eisini, at arbeiðsorkan er avmarkað, og tí loyvir tíðin tí heldur ikki. Tað er hetta vit vilja hava bøtt um.

Vit hava so mett, at tað hevur stóran týdning fyri tilverugrundarlagið hjá eitt nú Sosialinum, at journalistar og fotografar og haraftrat marknaðarfólkini eru meira sjónlig um alt landið. Tað skal so aftur skapa eitt betri, fjølbroyttari og meira livandi blað. Royndirnar úr Suðuroynni og Norðoyggjum siga okkum, at hetta er rætta leiðin at fara.

Eysturoyggin er í besta blóma. Her grør um gangandi fót. Neyvan nakra staðni í landinum er so nógv virksemi sum her ? av Toftum til Fuglafjarðar, úr Lorvík til Oyrar. Eysturoyggin og her ikki minst allur Skálafjørðurin er við at gerast ein nýggjur savnandi og mennandi miðdepil í landinum. Og sjálvandi mugu fjølmiðlarnir fylgja við í slíkum útviklingi.

Tað skal vera vón okkara, at eysturoyingar taka væl ímóti nýggju blaðdeildini í Saltangará. Vit vilja so gera okkara til, at áhugamál, ynski og vónir hjá øllum eysturoyingum koma at endurspegla seg aftur í tí arbeiði, sum verður lagt úr hondum higani. Skrivstovan fer at verða opin stóran part av tíðini og skulu øll verða vælkomin at støkka inn á gólvið. Eisini til móttøkuna í dag frá klokkan 15 til 18.

Sosialurin