Tað er eitt sindur torført at skilja, hvat hesir smáu samanbrestir veruliga snúgva seg um, tí oftast var talan um heilt smá mál ella ávísar merkissakir, ið áttu at havt verið greidd á einum samgongufundi. Tað er bæði óprofessionelt og ófólkaligt at plága løgting og almenning við slíkum. Sjálvandi skulu vit hava eitt demokratiskt orðaskifti, og sjálvandi skulu tingmenn nýta henda rætt og ikki í einum og øllum rætta seg eftir floksdisiplinini ella samgongudisiplinini. Tó skuldi ein hildið, at nógvir ivaspurningar áttu at verið viðgjørdir innanhýsis áðrenn.
Eitt er at tingmenn vilja sleppa at markera seg - annað er nýta orðaskifti, sum øll lurta eftir til at skapa smáar samanbrestir uttan nakað eygsýniligt hald í veruleikanum. Hetta er so ikki heilt vandaleyst, um ein ynskir, at samgongan skal halda í fýra ár. Samgongan skuldi helst hildið í fýra ár, tí fleiri val innan eitt stytri tíðarskeið eru til stóran ampa fyri politisku tilgongdina. Vit hava skjótt bý- og bygdaráðsval og til várs verður ivaleyst fólkatingsval. Tað er nóg mikið, og tí eiga samgongutingmenn ikki at spæla við eldin soleiðis, at vit fáa eitt løgtingsval í ótíð.
Sparingarnar á fíggjarlógaruppskotinum elvdu ikki til teir stóru samanbrestirnar. Her hevur forarbeiðið ivaleyst verið í lagi. Hinvegin kom tað fram, at Fíggjarmálaráðíð hevur framt eina røð av smáum sparingum, sum raka lutfalsliga sera hart. Hetta kemur av, at landsstýrið hevur nýtt plenuklipparin til ein stóran part av fíggjarlógaruppskotinum. Tá so er, verður rakað sera tilvildarliga og á ein hátt, sum kann verða sera óheppin fyri tann stovn ella tað felag, sum kemur fyri sláimaskinuna. Vit hugsa sjálvsagt um áhugafelgini hjá ymsum veikum samfelagsbólkum. Tað er smáligt at skera allar hesar smáu konturnar við 10%. Hesar skerjingar merkja einki fyri landskassan. Tær eru helst har eina og aleina av principiellum orsøkum: øll skulu kenna sviðan! Hinvegin merkja hesar smáu skerjingar nógv fyri tað einstaka áhugafelagið. Her hevur fíggjarnevndin ein góðan møguleika at markera, at hon hevur meira sosialt tilvit og størri ábyrgdarkenslu enn politikarin og embætismenninir í Fíggjarmálaráðnum.
Kaj Leo Johannessen hevur boðað frá, at eingi størri frávik verða told í fíggjarnevndarviðgerðini. Hetta er skilagott sæð frá einum heildarsjónarmiði. Hevur tú eina samgongu, so ber ikki til at alt ov stórt glopp er millum fíggjarnevnd og landsstýri. Hinvegin eiga allir tingmenn at síggja til, at smáligheitirnar á fíggjarlógaruppskotinum verða beindar burtur undir viðgerðini. Tað hevði tænt øllum til æru. Og soleiðis at teir veiku bólkarnir í samfelagnum ikki verða raktir. Eisini tá hugsað verður um, hvussu stórt frívillugt arbeiði verður gjørt har, tí eiga politikararnir at venda hesum aftur.
Sosialurin










