Oddagrein· Sjálvstýrisflokkurin og Sambandið í smáum skóm

Seinnu árini eru stjóralønir í ti privata hækkaðar munandi. Vit kunnu til dømis nevna bankastjórar, sum, rætt ella ikki, í dag fáa fleirfalt tað, sum bankastjórar fingu fyri 10 árum síðani. Fiskiveiðuflotin hevur altíð havt góðar yvirmannalønir, og í dag er einki øðrvísi. So er tað tað almenna. Tað almenna hevur ikki líka góðar lønir sum tað privata, tá tað kemur til ovastu rók, men kann harafturímóti bjóða ein tryggleika og stabilitet, sum tað privata ikki klárar at geva.

Her er tó eitt markant undantak. Tað eru landstýrismenn. Hesir hava hægstu ábyrgd fyri raksturin av øllum tí almenna. Teir verða settir í eitt áramál, og kunnu uppsigast við ongum varsli, móti at fáa eitt hálvt ára løn í bíðipengum, ella uppsagnarløn, um man vil. Hetta er ikki nøkur luksusskipan, eisini havandi í huga, at ein landsstýrismannaløn er ikki nær í námind t.d. einari stjóraløn í einum banka, og tað munnu vera fáir skiparar, sum fáa eina lægri hýru enn eitt landsstýrisfólk fær í løn.

 

Reint prinsipielt eigur Løgmaður at fáa hægstu almennu løn í landinum, og landsstýrismenn eiga at koma honum á baki. Harafturat er eisini umráðandi, at treytirnar hjá hesum fólkum eru somikið góðar, at tær skulu vera lokkandi hjá teimum best útbúnu og best kvalifiseraðu fólkunum, sum eru før fyri at lyfta ta stóru ábyrgd, tað er at vera landsstýrismaður/kvinna. Tað er ikki støðan í dag, og um Løgtingið nú, sum Sjálvstýrisflokkurin og Sambandsflokkurin skjóta upp, fer í teir heilt smáu skógvarnar, og avtekur tað hálva árið, sum ein landsstýrimaður fær í bíðipengum ella, meiri beinrakið, í uppsagnarløn, um viðkomandi fer í alment starv beinanvegin, so er tað eitt heilt klárt signal um, at Føroya Løgting vil gera treytirnar hjá landsstýrisfólki verri enn í dag. Fyriuttan at tingfólk burdu havt annað at tikist við, so er tað eisini eitt signal um, at man ikki metir, at tað er nakar trupulleiki at fáa skikkað landsstýrisfólk.

 

Tað er nú einaferð so, at eitt landsstýrisfólk, av góðum grundum, ikki kann arbeiða í uppsagnartíðini, og tí skal uppsagnarlønin síggjast sum eia fráfaringarsamsýning. Tað er rættiliga smáttskorið at fara at krevja mótrokning fyri hasa lønina hjá nøkrum fáum fólkum, sum einki hevur at siga fyri føroysku fíggjarlógina.

 

At Sambandsflokkurin viðhvørt fellir í grøvuna, har lægsti felagsnevnari avger, hvat landsstýrisfólk skulu fáa í løn og pensión, er einki nýtt, men tað má sigast at vera eitt sindur hugstoytt, um tann nýggi Sjálvstýrisflokkurin ikki klárar at lyfta seg uppum hatta støðið, har man leflar fyri føroysku fólkasjúkuni og smáligheitini.

 

Sosialurin