Við makrelavtaluni í hondini kann landsstýrismaðurin av røttum siga, at høga spælið loysti seg. Ein komandi sildaavtala kann geva Vestergaard ein fjøður í hattin afturat. Og tá eru argumentini fyri ES-boykottinum samstundis burtur.
Hyggja vit eftir fiskivinnupolitikkinum síðstu árini, so hevur yvirskipaða málið verið at prógva fyri okkara grannum, at vit sum fiskivinnutjóð eisini megna at fiska tær nøgdir av makreli og norðhavssild, sum vit hava tikið í okkara part. Støðan hevur verið ónormal, tí alt skuldi fiskast í føroyskum sjógvi, áðrenn fiskurin fór yvir um markið til grannan. Landsstýrismaðurin setti øll segl til, allir skipabólkar skuldu fáa lut í makrelinum og fingu nýggjar kvotur og møguleikar at royna eftir uppsjóvargullinum. Hesi árini eru enntá nýggir skipabólkar defineraðir, og skip uttan nøkur sum helst rættindi í føroyskum sjógvi hava eisini fingið sín part av kvotunum.
Við makrelavtaluni eru viðurskiftini aftur normal. Tveir triðingar av makrelinum kunnu enntá fiskast inni hjá okkara grannum. Kapprenningin um nøgdirnar, sum skuldu fiskast áðrenn fiskurin svam yvir um markið, er av.
Tí ber til at rætta kumpass í fiskivinnupolitikkinum. Nú má fokus setast á virðini, heldur enn bara á nøgdirnar. Skulu allir skipabólkar framhaldandi fáa burtur av kvotuni? Ella skulu vit lata tey skip, sum eru best egnaði og fáa mestu virðisøkingina burtur úr rávøruni, sleppa at fiska? Fimm ára avtalan er eitt gott fundament undir kjaki um grundleggjandi spurningin, hvussu føroyska samfelagið fær sum mest burturúr. Tí tað er púra greitt, at makrelavtalan ger kvoturnar nógv nógv meira verdar í krónum og oyrum.