Hvat kann hetta brúkast til ella skal tað brúkast til nakað! Sjálvandi skal tað tað. Tíanverri hevur løgmaður valt at lata standa til. Hinvegin skal sigast um løgmann, at tað ongantíð var ynski hansara ? skulu vit trúgva honum ? at taka Miðflokkin við í samgonguni. Var tað ikki nettupp formaðurin hjá Anitu og Tórbirni, sum longu valkvøldið setti ynski fram um at fáa Miðflokkin uppí gomlu samgonguna! Tí liggur bólturin í hondunum á formanni Tjóðveldisfloksins. Hvat sigur hann til avgjørdu úttalilsini hjá sínum floksfeløgum, og til útrøttu hondina til Javnaðarflokkin? Nakað, sum eisini løgmaður hevur nevnt fleiri ferðir áður. At tað fór kanska bara at vera ein spurningur um tíð, til boð vórðu eftir Javnaðarflokkinum at styrkja samgongugrundarlagið. Spurningurin er, um tann tíðin nú er komin.
Tá hugsað verður um, at løgmaður og Fólkaflokkurin ongantíð vóru h eitir fyri at taka Miðflokkin við í samgonguna, og at tað nú í Tjóðveldisflokkinum eru framstandandi fólk, ið vilja skifta út Miðflokkin við Javnaðarflokkin, verður áhugavert at hoyra, hvørja støðu formaðurin í Tjóðveldisflokkinum hevur.
Verandi samgonga hevur longu spælt fallitt. Miðflokkurin hevur tíanbetur avdúkað, hvat hann stendur fyri og hvat kann væntast av honum. Og hetta hava týðandi Tjóðveldisfólk innsæð. Tað er tó løgmaður, sum ger av, hvør skal vera í samgongu og ikki. Men tekur formaður Tjóðveldisfloksins undir við teimum signalum, ið eru komin frá hansara fólki, er greitt, at vit hava fingið eina heilt nýggja og áhugaverda parlamentariska støðu í Føroyum. Spurningurin er, um ikki Javnaðarflokkurin eisini eigur at geva sær far um hana. Hóast floksformaðurin helst sá eina samgongu, har Sambandsflokkurin eisini er við, er hann noyddur at síggja veruleikan í eyguni, at tað í løtuni finst ikki ein meiriluti, har tað er pláss fyri bæði Javnaðarflokkinum og Sambandinum. Og tá hugsað verður um, hvussu nógv mál Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin í veruleikanum eru samdir um, og at hesir flokkar seinastu 30 árini hava samstarvað helvtina av teimum, er spurningurin nú, um ikki tíðin er búgvin til at grava tær stríðsøksir, sum fullveldistilgongdin hevði við sær, og at hesir báðir flokkar fara at reka konsensuspolitikk. Men tað krevur, at leiðararnir báðir nærkast hvørjum øðrum. Vilja teir tað, verður stóri spurningurin, um løgmaður heldur tað vera so skilagott at fáa ein sterkan mið-vinstravong í samgongu. So enn eru langt frá allar súðir syftar. Men eitt týðuligt signal frá C og E um, at teir loksins kunnu góðtaka ta breiðu samgonguna hjá løgmanni, ACE, er møguliga tað, ið skal til fyri at sleppa løgmanni at liva upp til sítt ynskibarn seinastu mongu árini. Miðflokkurin kann so bara takka sær sjálvum fyri, at brúk ikki er fyri honum meira. Kanska er ljós fyri framman. PS Tjóðveldisflokkurin kann fáa stórar trupulleikar við sínar veljarar vendir hann ikki Miðflokkinum bakið nú beinanvegin.
Sosialurin