Oddagrein· Javnaðarflokkurin velur yngra ættarliðið

Tá føroyskir flokkar skulu sett nýggj landsstýrisfólk eru vanliga mong fyrilit at taka. Ein flokkur kann lata ymisk atlit telja við í tilgongdini, eitt nú long og trúføst tænasta fyri flokkin, kynsbýti ella ein møgulig uppstilling til eitt komandi val. Spurningurin um avloysaran hjá Hans Paula Strøm hevur sett flokkin í trupla støðu. Lagna HP hevur skelkað flokkin, og vandin fyri maktstríði er mangan til staðar, tá persónsmál eru á dagskrá. Nógv hevur verið talað um, hvør, ið skal taka við eftir Jóannes, og tí var áhugin fyri júst sessinum hjá HP so stórur. Tað er í grundini løgið, at talan um formanskifti í Javnaðarflokkinum fyllir so nógv, tí Jóannes er enn í góðum árum og tykist vera væl fyri í allar mátar. Men tað skerst ikki burt, at flokkurin veksur ikki undir hansara leiðslu, og tað er júst slíkt, sum fær søgur um formanskifti at ganga.

Tað eru hartil tey, sum ikki halda seg aftur, og tað bøtir ikki júst um støðuna hjá formanninum. Nýggja valskipanin við einum felags valdømi hevur elvt til, at tinglimir og landsstýrisfólk kenna seg sum standandi í einum áhaldandi valstríði. Vit fáa tí javnt og samt sterkar markeringar frá teimum, sum eru framsøkin, og hetta ger tað heldur ikki lættari at vera formaður í flokki, sum er staddur í eini støðu, sum kann minna eitt sindur um kreppu.

 

Leiðsla Javnaðarfloksins er sjálvsagt greið yvir hesa støðu og kundi havt nýtt høvi til at styrkt flokkin, har tørvur er á endurnýggjan og øktari megi, nevniliga á tingi, har flokkurin burtursæð frá ávísum persónligum markeringum ikki er serstakliga sjónligur enn minni sterkur. Tað var júst hetta vit loyvdu okkum at filosofera um í gjár.

 

Men Javnaðarflokkurin valdi ta meira einføldu loysnina, og tað kann ein skilja, tí nógv talar hóast alt ímóti stórum broytingum í eini støðu, har tað brýtur í bæði borð. At valið fall á júst Aksel V. Johannesen er óvæntað og tí sera áhugavert, tí tað vísir, at Javnaðarflokkurin hóast alt dugir at líta frameftir. Aksel V. Johannesen hevur sera góðar fortreytir fyri at røkja eitt krevjandi starv sum heilsumálaráðið. Hann hevur góða og viðkomandi útbúgving og tilsvarandi vinnuroyndir, hann hevur, tað lítla vit hava sæð og hoyrt til hann, virkað tungusnjallur, dámligur og sakligur. Hóast sín unga aldur tykist hann hava politiskt pondus, og er helst ein, sum ikki lættliga verður tikin av fótum. Í ÚF í morgun, har hann fyri alt tað dugdi sera væl at svara fyri seg, talaði hann um at vera eyðmjúkur mótvegis sínum politiska starvi. Verður sæð burtur frá valstríði Obamas, nær hava vit so seinast hoyrt ein politikkara nýtt orðið eyðmjúkur? Hetta er í hvussu so er óvanligt málbrúk millum føroyskar politikkarar - tó so at ein av nýggju tingkvinnunum hjá Tjóðveldi gjørdi hetta til seinasta val - og gevur mynd av manni, ið tekur sína politisku ábyrgd í størsta álvara. Síðst men ikki minst tykist Aksel vera ideologiskt væl grundaður og er hetta nakað, sum flokkur hansara hevur stóran tørv á, tí mangan er torført at síggja munin á Javnaðarflokkinum og hinum flokkunum í politiska spektrinum. Vit ynskja nýggja heilsumálaráðharranum hjartaliga tillukku.

Sosialurin