Kjarnin til óhepnu hendingarnar eru fleiri:
-Partvíst standa fakfeløgini ov spjødd.
-Partvíst er ein partur av maskinmeistarum í hálvalmennum størvum afturúrsigldur samanborið við maskinmeistarar í almennum størvum.
-Partvíst er arbeiðsgevaraleikluturin hjá hálvalmennu fyritøkunum ikki nóg samskipaður.
-Og harafturat er onki samstarv millum samgongu og andstøðu. Tí verður slík tingviðgerð mest meinleík valfundi, har andstøðan roynir at tekkjast teimum, sum av nátúrligum ávum eru ímóti einum inntrivi.
Í einum fólkaræðiligum samfelag hava vit rætt at skipa okkum í fakfeløg, og tá fakini eru mong, eru feløgini nógv. At Fíggjarmálaráðið hevur sáttmála við 32 fakfeløg er tó ábending um, at samskipan vantar. Feløgini - løntakararnir - høvdu óivað fingið nógv meira burtur úr, um tey vóru skipað í meginfeløg. Feløg kundu virkað hvør sær, men tey kundu verið skipað í størri meginfeløg - í eini "paraplyorganisatión".
Úr einum sjónarhorni um rættvísisi eiga maskinmeistarar hjá SEV at forvinna tað sama sum maskinmeistarar í almennum størvum. Henda tillagingin eigur at verða gjørd yvir eitt longri tíðarskeið, og ikki í eini støðu, tá hækkingin kann leggja støðið fyri eitt høgt samfelt lønarkrav í eini tíð við búskaparligari stagnatión, tá lønarafturhald heldur er ynskiligt.
SEV eigur sum arbeiðsgevari helst at vera partur í kommunala arbeiðsgevarafelagnum. Men størri samskipan á hesum øki merkir ikki, at so er leyst. Kommunala lønarlagið má verða samskipað við lønarstigið hjá landinum. So er spurningurin, um landsstýrismaðurin skal góðkenna sáttmálar, sum kann elva til óhepnar støður, ið vit hava upplivað, ella um ein lønarnevnd skal syrgja fyri, at lønarlagið er nøkurlunda eins? Í aktuella málinum helt landsstýrið, at neyðugt varð at leggja uppí. -Men vórðu royndir gjørdar fyri at koma úr fastlæstu støðuni? Og kundu samgonga og andstøða havt samskipað arbeiðið, áðrenn lagt varð uppí?
Tingviðgerðin bendi ikki á, at nøkur roynd varð gjørd at loysa upp fyri støðuni. Og tá so er, hevur politiska arbeiðið kki verið nóg gott. Heldur ikki hevði samband verið við andstøðuna. Og tað kundi havt givið andstøðuni størri ábyrgd, tí støðan at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skal góðkenna slíkar sáttmálar, er arvur frá undanfarnu samgongu.
Úrslitið gjørdist ein "valfundur". Slíkum er ikki størsti tørvurin á, tá landið er í kreppustøðu. Tá er tað týdningarmikið at vísa samfelagsábyrgd, sum arbeiðarafeløgini vístu í mai. Ein hægri almennur lønarkostnaður kann bara fíggjast við øktum avgjalds- ella skattainntøkum ella almennum sparingum, m.a. uppsagnum, tí útlitini fyri natúrligum inntøkuvøkstri eru ikki tey bjartastu! Henda veruleika mugu vit øll ásanna - eisini politikkarar og fakfelagsleiðarar.
Latið okkum læra av mistøkum og manglandi samskifti og fáa ein betri dialog og størri samstarv millum samgongu og andstøðu. Tað, ið fór fram á tingi, er tó ikki eindømi um ringt stev millum andstøðu og samgongu. Tað hevur eyðkent føroyskan politikk alt ov leingi. Her kann núverandi samgonga bróta upp úr nýggjum, um hon vil tað, men treytin er tá tann, at eisini andstøðin spælir við ærligum og konstruktivum kortum.
Sosialurin










