Í formansumfarinum skjeyt formaðurin í C, Jóannes Eidesgaard upp, at Edmund Joensen varð valdur til formann. Undir atkvøðugreiðsluni vísti tað seg, at gomlu heimastýrisflokkarnir stuðlaðu Edmundi. Tað mest áhugaverda var, at D ikki stuðlaði A men heldur stuðlaði uppskotinum hjá B og C. Tað kundi boðað frá, at heimastýrisflokkarnir hava funnið saman, og í fyrstu atløgu sær tað út til, at D hevur loyst seg frá tætta sambandinum, sum hann hevur havt við A.
Taktiska spælið í sambandi við formansvalið vísti eisini, at E og A ikki standa øksl við øksl, ið teir hava gjørt seinastu fýra árini. A hevði Óla Breckmann í uppskoti. Tað kundi neyvan vera fyri, at Óli skuldi verða valdur. Tað kann ikki roknast við, at hann, ið seinastu fjórðings øldina hevur havt sera stóran leiklut í tí politiska spælinum í Føroyum, hevði latið sær lynda at sitið í formanssessinum. Heldur varð leikurin í politiska talvinum hjá A hesaferð, at hann boðaði frá, at hann ikki ætlar sær í samgongu við E. Men hann vildi ikki stuðla øðrum valevni enn sínum egna. Leikurin hjá A kann takast sum tekin um eina búningarprosess, ið er í gongd. Hetta kundi bent á, at ABCD, ið vórðu í samgongusamráðingum fyrrakvøldið, hava hug at finna saman aftur. Spurningurin, ið tað slitnaði uppá, var, hvør skuldi vera løgmaður. Við at C aktivt var við at velja Edmund Joensen til formann, og við tað at A passivt stuðlaði hesum valinum, eru greiðar ábendingar um, at B hevur slept kravinum um at fáa løgmann. Nú verður talan um eina telving millum A og C um leiðsluna í samgonguni.
Omanfyri standandi vórðu ábendingarnar, ið hómaðust, tá núvalda løgtingið skipaði seg. Spurningurin er so, hvat gongur fyri seg handan leiktjøldini. Eingin ivi er um, at omanfyri nevnda samgonga er tann, sum B og C helst vilja. Leikurin hjá A kundi sum sagt boða frá, at teir eru við uppá hesa samgonguna. Men tað er eingin loyna, at í A ganga bólkarnir hvønn sín vegin. At Bjarni Djurholm heldur fram í landsstýrinum, sum ikki hevur undirtøku frá samgonguni, ið skipaði landsstýrið, hevur við sær, at Poul Michelsen, ið vildi styrkja sjálvstýrisvongin í A, kom inn á ting. Saman við øðrum í A fer hann ivaleyst at arbeiða fyri, at samgongan, ið hevur sitið til nú, heldur fram. Bjarni Djurholm og hin vongurin í A hevði størri undirtøku á valinum, og tí kann væl hugsast, at um Bjarni Djurholm og hansara menn ikki fáa sín vilja í politiska talvinum komandi dagarnar, fer Bjarni at taka seg úr landsstýrinum og harvið verður Poul Michelsen settur út úr politiska talvinum.
Vit kunnu aftur staðfesta, at Heimastýrissamgongan vann løgtingsformannin. Vit kunnu eisini staðfesta, at tað tykist sum um D er loystur frá avtaluni, ið hann hevur havt við A. Um hetta er permanent ella hetta bara er ein passivur leikur fer framtíðin at vísa. Men tað er neyvan nakar ivi ? og tað kom fram í valstríðnum ? at tað hóvar D illa, at A verður ov sjálvstýrissinnaður. Tí er tað mest áhugaverda komandi dagar, hvør fer at enda omaná og hvør fer at liggja undir í innanhýsis toganini í A. Men A er kortini ikki so sentralur longur, ið hann hevur verið, tí um tað skuldi hent, at sjálvstýrisvongurin endar omaná, so vísti formansvalið, at sannlíkið er størri fyri, at teir hava mist D, ið teir hava havt so tætt inn at sær. Tað vil við øðrum orðum siga, at møguleikin at skipa eina meirilutasamgongu millum E, A, D og H er ikki so stórur nú, sum hann hevur verið.