ODDAGREIN: Høvdið undir arminum

Í dagsins blað fortelja vit søguna um bygningin á Sýnini í Miðvági, sum er heimið hjá 36 av okkara eldri borgarum.

Tíðarinnar tonn hevur gjørt seg inn á 41 ára gamla bygningin, sum krevur umfatandi ábøtur. Talan er ikki um nakran nýggjan trupulleika. Í 2008 staðfesti ein umfatandi gjøgnumgongd av bygninginum, at her var neyðugt at gera nakað. Ein av staðfestingunum í 48 síðu drúgvu frágreiðingini frá 2008 var, at tekjan er ótøtt.

Í dag lekur framvegis á Sýnini. Nýggj tekja er annars keypt, og handverkarar hava verið til arbeiðs. Men av einhvørjari orsøk vóru bara pengar til at skifta tveir triðingar av tekjuni. Í túninum standa tveir plattar við síðsta triðinginum av tekjuni.

Í summar staðfesti Landsverk aftur, at tekjan er ótøtt. Enn manglar ein triðingur av tekjuni at skiftast, og her lekur. Tað staðfestir Landsverk also fimm ár eftir umfatandi frágreiðingina, ið Landsverk sjálvt stóð fyri.

Okkurt er spinnandi galið, tá okkara myndugleikar arbeiða á slíkan hátt. Nær er tað blivið forboðið at hugsa og handla?
Vit eru fullgreið yvir, at her er talan um pengar, ið skulu játtast. Og at játtanir skulu haldast. Men máti skal vera við. Tí hvør tók avgerð um at skifta tekjuna? Og hví slapp arbeiðið at steðga, tá triðingurin manglaði at verða skiftur? Hvar er fakligi stoltleikin, ábyrgdarkenslan og sunt vit og skil?

Dømið við tekjuni veksur seg størri og størri, so hvørt farið verður longur niður í málið. Tí nú landsstýriskvinnan fer í løgtingið at biðja um pengar til mest átrokandi ábøturnar á heimið á Sýnini, mælir hon til at taka pengarnar av eini játtan, sum hevur staðið órørd síðani fíggjarlógin varð samtykt fyri níggju mánaðum síðani. Tá játtaði løgtingið fýra milliónir krónur til at høvuðsumvæla bygningin á Sýnini. Tó við tí treyt, at land og kommunur finna útav, hvussu samlaða rokningin skal býtast. Tað hava land og kommunur framvegis ikki funnið útav, og tí standa tær fýra milliónirnar óbrúktar. Hóast pengar mangla til at skifta síðsta triðingin av tekjuni. Hóast Arbeiðseftirlitið hóttir við at stongja køkin vegna vánaliga útlufting og soppavøkstur. Og hóast rýmingarleiðirnar eru kavrotnar og vandamiklar at ganga á. Tí gerst málið á Sýnini eitt dømi, har bureaukratiið sleppur at liva sítt egna lív, við høvdinum undir arminum.