Amnesty International og WCADP eru av tí fatan, at deyðarevsing er ein grim, ómenniskjalig og niðurgerandi revsing og heitir tí við hesum átaki á ríkisleiðarar og myndugleikar í Afrika um at gevast við hesi revsing. Øll rætthugsandi fólk mugu geva Amnesty og WCADP rætt. Deyðarevsing hoyrir ikki heima í einum humanum og siviliseraðum heimi. Tað er í grundini heilt ófatiligt, at eisini demokratisk samfeløg framvegis fremja deyðarevsing. Her er eitt øki, har ávís demokratisk lond líkjast einaræðislondum. Sum kunnugt er Kina á odda við deyðarevsingum og síðan koma USA og Iran. Hetta eru syndarlig met og er týtta nýtslan av deyðarevsing í USA ein skammblettur á fólkaræðinum og á vesturheiminum.
Deyðarevsing kann ikki góðtakast, tí deyðarevsing er inhuman, ómenniskjanslig og endalig. Hetta, at revsingin er endalig merkir, at tað ber ikki til at rætta eitt møguligt mistak hent undir rættargongd. Av somu orsøk kemur ferð eftir ferð undan kavi, at ósek fólk eru tikin av døgum, eitt nú í USA. Øll menniskju uttan mun til politiska áskoðan ella trúgv eiga at virka fyri, at deyðarevsing verður avtikin um allan heimin. Nú er herferðin móti deyðarevsing so vend ímóti Afrika. Tað er gott, tí enn eru heili 27 lond í Afrika, sum seta deyðadómar í verk. Hetta verður eitt tógvið stríð, men glottar eru og alt fleiri lond í Afrika eins væl og í øllum heiminum taka av deyðarevsingina. Tað, sum hevur allrastørsta týdningin, er, at fáa deyðarevsingina avtikna í USA. Hetta tí USA er heimsins undangonguland á flestøllum økjum. Hevði tað eydnast at fingið USA at hildið uppat við at fremja deyðadómar, so vildi tað fingið ómetaligan moralskan týdning fyri altjóða stríðið móti hesi barbarisku, og inhumanu revsing.
Sosialurin