Hóast 2000 ár eru liðin, síðani hesin gleðisboðskapur varð til, er hann framvegis livandi og tíðarhóskandi. Fyri mong er tað nokk at halda jól og minnast hendingina, ?í dag er okkum ein frelsari føddur?. Men fyri onnur er tað av eins stórum týdningi at kunna minna á tey grundleggjandi virði, sum nettupp Jesus stóð fyri og sum kristindómurin eisini eigur at standa fyri.
Her er so nógv gott at oysa av, at hvør av okkum velur sær júst sína rók. Onkur tosar um kærleikan, sum tað størsta, ið Jesus gav okkum. Onkur, sum vil vera meira ítøkiligur tosar um Bíbliuna, onkur tosar um rættvísi og mannarætt osfr.
Lat okkum, sum dagliga arbeiða við samskifti millum menniskju, taka fram nøkur frá okkara royndum og eftir okkara tykki týðandi virði, sum Jesus stóð og stendur fyri. Loysunarorðið er virðing millum manna. Hetta hugtakið er kanska eitt tað mest týðandi til tess at kunna byggja brýr millum einstøk menniskju, fólkasløg, rasur og tjóðir. Til tess at kunna virða onnur sum sjálvan teg hava vit fingið í gávu frá Skaparanum evnini at lurta. Og spyrja. Sjálv fortreytin fyri at kunna hava virðing fyri øðrum menniskjum, meiningum, religiónum osfr. er at duga og vilja lurta. Og at lurta er at taka til sín vitan og upplýsingar um t.d. støðuna, hugsanarháttin og bakgrundina hjá einum øðrum menniskja. Út frá hesum skal tú brúka enn eitt gott amboð, sum Skaparin hevur givið okkum, men sum vit tíanverri gera ov lítið brúk av, og tað er toleransuna. Toleransan er menniskjansliga úrslitið av at hava dugað at lurta. Og fara vit víðari, so er úrslitið av toleransuni enn ein gáva, sum Skaparin hevur givið okkum og sum Jesus prædikkaði, nevniliga fyrigevingin.
Taka vit so samanum so eiga allar hesar gávur ein reint fysiskan felagsnevnara, og tað er gávan vit hava fingið at vera sosial móti hvørjum øðrum. At stuðla og hjálpa og at vilja rættvísi millum menniskju er kanska hornasteinurin í tí Jesus vildi fortelja okkum. Sjálvandi er kærleikin tað størsta, men oftani gloyma vit, hvat tað eru fyri súlur, sum skulu halda kærleikans tempuli uppi. Nakrar av hesum súlum halda vit, sum dagliga fáast við menniskju eru hesar vit hava nevnt: at lurta, virðingin, toleransan, fyrigevingin og at vísa sosialt sinnalag. Øll hesi eru so aftur fortreytin fyri fólkaræði, rættvísi og mannarættindum, sum allur heimurin tosar so nógv um. Tað eru slíkar gávur vit eisini skulu geva hvørjum øðrum á jólum. Sosialurin ynskir øllum eini góð jól.
Sosialurin









