Hvat er nýtt við hesum? Hava danskarar nakrantíð forðað føroyingum at yvirtikið nakað? Var undirgrundarmálið ikki yvirtikið, hóast tað heldur ikki stendur sum málsøki í Heimastýrislógini?
Nú er tað soleiðis, at hendan samgongan hevur ikki nógv at samanbera við, tí teir hava so at siga einki yvirtikið í hesum valskeiðnum. Vit føroyingar kunnu yvirtaka sum vit vilja. Hetta er eisini tað, ið andstøðan allatíðina hevur ført fram.
Teir einastu, sum hava ivast í, at vit føroyingar kunnu yvirtaka, sum vit vilja, eru tjóðveldismenn. Tað má sigast at vera ótrúligt, at føroyingar sjálvir ganga og sáa iva um vit kunnu yvirtaka mál ella ikki. Líka ótrúligt er tað, tá somu menn alment ganga og sáa iva um virðið av framdum yvirtøkum, soleiðis sum Tjóðveldisflokkurin hevur gjørt við undirgrundarmálinum. Ein freistast til at spyrja, hví hesir menn yvirhøvur vilja yvirtaka nakað undir Heimastýrislógini, tá vit nú sambært teimum sjálvum ikki hava rætt til nakað sum helst uttan fullveldi.
Tað einasta, sum er broytt í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark er, at vit sum eina broyting hava fingið ein høviskan statsministara, sum ber fram sín boðskap við einum smíli. Innihaldið er tað sama.
Tjóðveldisflokkurin gongur sjalvur og uppfinnur trupulleikar, uttan hald í veruleikanum. Tá so tað verður prógvað, at vit føroyingar kunnu yvirtaka sum vit vilja, so proklamera hesir menn tað sum sjeymílafet og sum um, at fullkomin vend er komin í. Veruleikin er, at einki nýtt er hent, og vísir seinasta gongdin viðvíkjandi yvirtøkum meira enn nakað annað, hvussu sitandi samgonga hevur spilt tíðina í meiningsleysari konfrontatión fyrstu 3 árini av valskeiðnum, heldur enn at lurta eftir andstøðuni.
Sosialurin