ODDAGREIN: Fríhandil og politiskt samstarv

Í gjár skrivaðu vit um týdningin av samstarvi í Útnorði. Vit vístu á, at sum altjóðagerðin gongur við miklari ferð, er neyðugt við nógva meira politiskum samstarvi í Útnorði. Nú er so komið fram, at Útnorðursráðið ætlar at økja um samstarvið við Norðurlandaráðið. Hetta er gott og her eru nógv øki, ið enn ikki eru uppdyrkað. Taka vit útnorðurssamstarvið fyrst, so er tørvur á fríhandilsavtalu millum Føroyar og Grønland.

Føroyar og Grønland hava samstarvað í út við hundrað ár. Men í løtuni er at kalla einki samstarv, um vit síggja burtur frá tí, at nógvir føroyingar framvegis sigal við grønlendskum fiskiskipum. Hetta hevur sjálvsagt stóran týdning fyri báðar tjóðir, men fyrr ella seinni fer hetta samstarv at minka. Tørvur er at útbyggja handilssambandið og samstarv um útbúgving og gransking. Tað, sum er, nakað av granskingarsamstarvi, men hetta eigur at verða útbygt. Hetta krevur so aftur, at onkur tekur stig til samstarvið og at peningur verður játtaður til slíkt samstarv.

Onkur má taka fyrsta stigið til at útbyggja samstarvið. Løgmaður hevur samráðst um fríhandilsavtalu millum Grønland og Føroyar. Hetta er eitt sera gott stig. Útnorðursráðið hevur mælt til at stovan konsulát í øllum trimum londum. Hví konsulát? Hví ikki sendistovur? Tað, sum manglar er eitt lið, sum kann menna og útbyggja politiska, búskaparliga og mentanarliga samstarvið. Tað megna konsulát ikki. Tey hava heilt aðrar uppgávur. So her er at hugsa eitt sindur stórt og taka stigið fult út. Tað er í tøkum tíma, at bondini í Útnorði verða knýtt fastari. Allir partar vinna við øktum samstarvi á relevantum økjum.