Hettta er ein tíð við stórum avbjóðingum, har vinnan er á einum vegamóti. Ikki bara sæð við vónloysis og negativum eygum, har bæði ali- og rækjuvinna eru í andaleypi, men har tað eisini er ljós fyri framman, m.a. tí tað her á landi finnast nógvar góðar kreftir, ið síggja nýggjar møguleikar og vilja royna teir, fólk við dirvi, treiksni og vissiónum.
Tí hóast bakkøst og ring útlit, so eru vit kortini so ómetaliga rík ? menniskjansliga, samfelagsliga og tilfeingisliga. Tað ræður um at síggja hetta ríkidømi og troyta tað. Menningarstovan við tess vissionera stjóra hevur leingi víst á týdningin Føroyar kunnu hava sum tilfeingismiðdepil, ja sum ein flótandi oasa úti í Atlantshavi. Orð sum Northatlantic Ressourcesenter, Northatlantic Highway osfr. eru ikki tóm orð men hugtøk við veruligum innihaldi geva vit teimum gætur. Nú umheimurin sær, hvussu væl Føroyar liggja fyri sum umskipingarpláss hjá fiskivinnuni og sum goymslustað, fáa nógvar av spennandi verkætlanunum innihald og vind í seglini. Vit spreingja frystigoymslur inn í fjøll, vit menna móttøkurnar av fiski, vit luttaka á altjóða fiskivinnumessum osfr. Vit gerast meira og meira internationalt mindað. Um somu tíð sum vit fara út í heim við okkara vitan og vørum, kunnu vit vísa umheiminum á okkara egnu lítlu oasu úti í Atlantshavi, sum onnur kunnu brúka og troyta við fyrimunum.
Fyri ikki at tosa um,, biotøkni, Bitland og alla KT vinnuna. Eisini her liggja møguleikar. Men tað er umráðandi, at fokus verður sett á alt hetta, at tað verður upplýst um tað og at vit hava eitt framhaldandi, gevandi og krittiskt orðaskifti um alt hetta. At hetta er nakað, sum rørist í øllum samfelagnum. Umrøða av hesum kann vera við til at eggjan og menning men eisini til at forða fyri mistøkum. Sosialurin fer sum fjølmiðil so at gera eina roynd fyribils einaferð um mánaðin at seta meira fokus á vinnulívið, og vónandi verður hetta væl móttikið av okkara lesarum og samfelagnum annars. Vit leggja varisliga fyri í dag, har fokus verður sett á nýtt og spennandi vinnulívsprojekt í Fuglafirði, eitt av undangonguplássunum í føroyskum vinnulívi.
Sosialurin