ODDAGREIN: Fáur lýgur meir enn helvtina

Enn einaferð fingu vit dømi um almenna verkætlan, har metingin er púra av leið í mun til innkomnu tilboðini – og harvið dagsprísin. Fyrra dømið var, tá boðini upp á at gera far­støð­ina á flog­vøll­inum vórðu al­­manna­­kunn­gjørd – tað seinna nú greitt er, at tað fer at kosta helm­ingin meira at gera Skúla­depilin í Markna­­gili, enn Lands­verk hevur mett.

Eitt er, at metingarnir ikki sam­pakka heilt við innkomnu tilboðini. Men tá lægsta tilboðið er helvtina dýr­ari, enn tað, sum Landsverk hev­ur mett, so er okkurt, sum haltar.
Men í gjár boðar Landsverk frá, at »...í eina tíð hev­ur ver­ið greitt fyri Lands­verki, at tilboðini upp á at byggja Skúladepilin við Markna­gil komu at liggja væl oman fyri av­settu játt­an­ina. Stovn­ur­in hev­ur tí longu í góðari tíð sett í verk arbeiði fyri at finna neyð­ug­ar sparingar, so tað let­ur seg gera at fremja byggi­ætl­anina uttan ov stóran meir­kostn­að.«
Hetta var nú ein margháttlig nið­ur­støða at koma við – og í tøk­um tíma. Tveir dagar aftan á, at gjørt varð kunnugt, at metingin hjá Lands­verki var bein­leið­is veru­leika­fjar, kem­ur stovn­ur­in við upp­skot­um, sum minka kostn­aðin eini 20 pro­sent.
Hví eru hesar sparingar ikki gjørd­ar, áðrenn útboðsarbeiðið var klárt?
Sam­bært Landsverki standast øktu út­reiðsl­ur­nar av, at játt­an­in er fýra ára gomul, at byggi­tíð­in er longd við tveim­um ár­um, og at ser­lig at­lit eru tik­in – hetta fyri at før­oysk­ar byggi­fyri­tøk­ur og veit­ar­ar ikki skuldu verða verri stillað enn útlendskar fyritøkur.
Tað hevur ljóðað, at føroyska bygg­i­fyri­tøk­ur og veitarar hava ver­ið sera mis­nøgd við ar­beiðs­hátt­in hjá Lands­verki við­víkj­andi út­boðs­ti­lfari.
Áhugavert verður at frætta, hvat Løg­ting­ið sigur til tíðindini frá Lands­verki um, at sama verk­ætlan kann ger­ast við at gjalda 20 prosent minni, utt­an at hesar ganga út yvir byggi­list, góðsku og funktionalitet.
Skal hetta skiljast so, at verk­ætl­an­in er gjørd 20 prosent dýrarari fyri at før­oysk­ar fyri­tøk­ur skulu kunna vera við, og tá tað nú kortini bleiv ein útlendsk fyritøka, sum var lægst, so lækka vit bara prísin til­sva­ran­di?
Okkurt er, sum bendir á, at polit­isku skip­an­in tørvar meiri álítandi met­ing­ar, tá støða skal takast til stór­ar verk­ætl­anin, og spurningurin er, um Lands­verks­stovn­ur­in er før­ur fyri at átaka sær so stórar upp­gáv­ur­, sum stovn­ur­in av góð­um grund­um ikki hevur royndir í.
Tað bendir á eina amatørkenda mann­a­gongd, sum kann kosta nógv­ar al­menn­ar mill­i­ónir.