Hóast atfinningar frá serstakliga andstøðuni, so má staðfestast, at kirkjulógirnar fingu breiða og sera jaliga undirtøku undir fyrstu viðgerð. Tað, sum eyðkendi røðurnar hjá framsøgufólkunum, var, at fólkakirkjan hevur sera stóran og savnandi týdning fyri allar føroyingar. Hetta kann bert skiljast sum, at kirkjan eisini hevur týdning fyri tey, sum ikki eru limir í kirkjuni. Hóast onkra atfinnandi rødd, so var breið semja um hetta páhald, og ivaleyst er nakað um hetta. Fólkakirkjan hevur stóran týdning fyri okkara samleika og fyri trúarlívið sum heild.
Tað var eisini staðfest undir orðaskiftinum, at føroyska fólkakirkjan í roynd og veru altíð hevur verið ein rættiliga sjálvstøðug, hóast hon síðan trúbótina hevur verið undir útlendskari kirkjuligari yvirvøld. Kirkjan í Føroyum hevur í mongum førum havt øðrvísi siðvenjur og øðrvísið lógarreglur enn fólkakirkjan Danmark. Hetta er sera áhugavert og kann hetta bert skiljast sum, at yvirtøkan av fólkakirkjuni, sæð við kirkjuligum eygum, ikki er nøkur kollvelting, men ein liður í tí meninning móti meira sjálvræði, sum eyðkennir alt føroyska samfelagið. Hetta er bæði gott og rætt. Hvør verður so munurin, tá fólkakirkjan er yvirtikin, kann ein spyrja. Bert tíðin kann svara, men sjálvandi kann tað bert gagna kirkjuni, at allar avgerðarrættur er her í Føroyum hjá tí fólki, sum eigur og brúkar kirkjuna. Samantikið bendir alt á, at vit fáa eina yvirtøku í fullari semju, sum tað sømir seg í máli sum hesum.