Oddagrein· Eitt tjóðskaparligt frambrot

Flagg okkara Merkið hevur heilt frá tí, at tað var skapað í útleggd fyri út við níti árum síðan, nomið við sterkar kenslur í føroyingum og hevur elvt til ógvusligar tjóðskaparliga og politiskar kreppur. Merkið er saman við móðurmálinum ein hin sterkasti tátturin í føroyskum samleika. Føroyskur samleiki er eins og samleikin hjá flestu europeiskum tjóðum undir trýsti. Altjóðagerðin noyðir smátjóðirnar at endurskoða samleikan og finna hóskandi strategiir til tess at verja og menna hann uttan at enda í avbyrging og sjavinismu. Hetta er ein eins týdningarmikil sum torførur setningur. Norðurlond hava megnað setningin væl, meðan onnur europeisk lond als ikk hava megnað at handfara ta vaksandi tjóðskaparkensluna.

Tað er við hesum baksýni feskasta flaggmálið skal síggjast. Flaggstríðið var so beikst og so drúgvt, at meirilutin av føroyingum heilt einfalt ikki góðtekur nakað, sum bert kann tulkast sum eitt afturstig, mett út frá hesum drúgva flaggstríði. Hugsa vit soleiðis, so er lætt at skilja, at fólk reagera og tala harðliga at. Í slíkum førum hevur myndugleiki lítið annað val, enn at lurta og fara í sakligan dialog við sjálvan seg eins væl og við atfinnaran. Tað er júst hetta, ið løgmaður hevur gjørt, og hetta tænir honum til miklan heiður. Hetta er eitt mál, har allir føroyingar uttan nakrir heilt fáir eru samdir og bera somu kenslur. Í slíkum førum hjálpa køld rationel argument og løgfrøðiligir teknikalitetir ikki. Føroyingar góðtaka heilt einfalt ikki, at tað verður bakkað, og tað er við flaggsøguni í huga væl skiljandi.

Málið um flaggið í Reykjavík var um at gerast ein politiskur trupulleiki fyri løgmann. Tað rumblaði í samgonguni og størsti andstøðuflokkurin gjørdi sær, sum vera man, meira enn dælt av støðuni. Løgmaður hevði tí einki í vali enn at taka málið uppaftur við danskar myndugleikar. Alt bendir á, at hann her hevur havt eina sera hepna hond, hann hevur vunnið í virðing og metum manna millum, og hetta mál má tí metast at verða endaliga avgreitt. Eftir stendur ein spurin almenningur: Hví kundi henda loysn ikki verða funnin frá fyrsta degi? Hví var hendan loysn ikki rokkin við sendistovunum í Bruxelles og í London. Hevur løgmaður fingið nóg holla og dygdargóða fakliga ráðgeving frá síni fyrisiting. Hesar spurningar eigur løgmaður at seta sær og síni fyrisiting og geva almenningum svar. Málið endaði sum eitt tjóðskaparligt frambrot og tí eiga vit at ynskja løgmanni tilukku við óvæntaða og góða endanum á feskasta men valla seinasta føroyska flaggstríðnum.
Sosialinum