ODDAGREIN: Ein flokkur í spønum

Nú stendur á gomlum nøglum hjá Javn­að­ar­flokk­i­num. Ikki síðani 1932 hev­ur Javn­að­ar­flokk­ur­in fing­ið so lítla und­ir­tøku, sum flokk­ur­in hev­ur í dags­ins velj­ar­a­kann­ing. Og ikki síð­­ani 1936 hev­ur Sam­bands­flokk­ur­in havt størri und­ir­tøku, enn hann hev­­ur í dags­ins velj­ar­a­kann­ing.

Fyri Javnaðarflokkin er kata­strof­­an so stór, at um flokk­ur­in ikki ger onkr­ar grund­leggj­andi broyt­­ing­ar her og nú, so kann hann tað sama pakka saman. Tað hev­ur so at siga bara ging­ið aft­ur­á hjá flokki­num, síð­­ani Jó­­ann­es Eid­es­gaard tók við sum for­­mað­ur. Hann megn­aði í 1998 at knúgva flokk­in upp úr dík­i­num frá 1994, men síð­ani hev­ur bara ging­ið aftur – og flokk­ur­in hev­ur havt trý vánalig val á rað. Tað er ikki hent áð­ur í søgu floks­ins, og sam­­­bært dags­­ins velj­­ar­a­kanning, so stend­­ur flokk­­ur­in til at tapa fjórða val­­ið – og tað verð­ur ikki við mýk­­ind­um – hann stend­ur til at missa 6,4 prosent og tvey tingfólk.

Støðan hjá Javn­að­arflokk­i­­num er nógv verri í dag, enn tá Atli Dam í 1994 fekk alla skuld­­ina einsamallur. Nógv­­ar ferð­ir verri. Flokk­ur­in er sam­bært velj­ar­­a­­kann­ing­ini á stødd við Sjálv­stýr­is­flokk­in og Mið­flokk­in, með­an hann sí­ð­ani 1936 hevur verið millum teir stóru flokkarnar. Í 1994 fór Javn­að­­ar­­flokk­urin í knús, tí at javn­að­ar­fólk og fak­fel­ags­fólk stovn­aðu ein nýggj­­an flokk. Nú flýggja velj­ar­ar­nir mest til Sam­bandsflokkin, sum uttan at hava víst á úrslit ella gott pol­itiskt hand­a­lag skúmar róm­an - helst við trygd í blokki og móðir Dan­mark.

At Fólkaflokkurin stendur fyri ein­um bak­kasti er ikki so løg­ið. Flokk­ur­in hev­ur júst mist ein av pro­filu­num, og tveir av fremstu monn­­u­num í flokk­i­num eru undir tí álv­­ars­­lig­­­astu á­­kæru, sum ein pol­­it­ikari kann fáa.

Tjóðveldisflokkurin kvinkar fram. Flokk­ur­in hev­ur ging­ið oyð­u­mark­ar­gongd síðani hann gav full­veld­is­sam­gong­uni møn­u­sting­in fyri sjey árum síðani. Og við einum mis­eydn­að­um full­veld­is­pol­i­tikki verð­ur helst trup­ult hjá flokk­i­num at vinna seg fram aftur í fremstu røð, men seigur er hann - og tyk­ist megna at halda støð­una sum alt­er­n­a­tiv­ið til stjórn­ar­ber­andi flokkin. Hann tykist onkran stirð­il hava, sum Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin ikki hava.

Tað er ringt hjá Jóannes Eid­es­gaard at for­klára seg úr støðuni. At skylda upp­á, at tey ikki duga at selja boð­skapin, tað gongur ikki - tað er ov býtt. Tað er sum tá Eik-stjórin um­bar seg við, at hann hevði fylgt stra­te­gi­ini - og ann­ars einki galið gjørt. Men for ó­lukkan. Strategiin hjá Eik var skeiv, eins og pol­i­tikk­ur­in hjá Javn­að­ar­flokk­i­num er skeivur.

Trý vánalig val. Sjey søguliga ván­a­lig­ar velj­ar­a­kanningar. Er tað ikki nóg týðuligt tekin um, at nýggj fólk mugu á liðið?