Oddagrein· Diplomati  sanktiónir og hernaðarlig loysn

Í farnu viku gekk freistin út, sum ST Trygdarráðið hevði sett Iran at gevast við royndum sínum at ríka uran til kjarnorkubumbur. Trygdarráðið, sum umboðar stórveldini í heiminum í dag, álegði Iran at gevast við royndum sínum á kjarnorkuøkinum fyri 31. august, tí annars fór tað at seta í verk sanktíónir móti landinum. Iran hevur svarað aftur, at tað fer ikki at lata onnur lond gera av, hvat landið skal og kann fyritaka sær á hesum øki. Landið stendur fast við, at tað arbeiðir bert við kjarnorku til friðarlig endamál.

Síðani freistin gekk út í farnu viku hava útmeldingarnar frá londunum, sum eru í Trygdarráðnum, verið eitt sindur ymiskar. USA er tað einasta landið, sum hevur eina heilt greiða støðu. Tað vil hava, at sanktiónirnar móti Iran verða settar í verk sum skjótast. Um ikki endiliga allar í senn, so kortini soleiðis, at byrjað verður við teimum meira bleytu sanktiónunum. Tann fyrsta skuldi so verið at forða iranskum kjarnorkuvísindamonnum at ferðast í øðrum londum. Tað tosar eisini um hernaðarlig tiltøk, um tað verður neyðugt.

EU londini eru meira varin. Tey halda ikki, at tíðin er komin til at seta sanktiónirnar í verk enn, tó at freistin er úti. Tey halda, at diplomatiið er ikki endaliga troytt og vilja tí geva tí enn eina tíð. Uttanríkisráðharrarnir í EU hava júst verið á fundi í Finlandi, sum stendur fyri formansskapinum í EU í løtuni. Teir samdust um at geva diplomatiinum enn ein tjans. Bæði Rusland og Kina hava nakað tí somu støðu sum EU.

Hetta er so ikki fyrstu ferð, at allur Vesturheimurin ikki dregur eina og somu línu í slíkum álvarsmálum. Tað stendur eisini greitt, at heykarnir aftanfyri Bush, tað verið seg Bolton í ST, Cheney í Hvítu Húsuum og Rumsfeld í Pentagon, hava eina aðra og nógv meira avgjørda og agressiva støðu til islamska heimin enn flestu av londunum í Europa. Hesir heykar halda, at vit í Europa eru alt ov veik og jánkaslig. Teirra støða botnar so eisini oftani meira í hernaðarligum heldur enn politiskum loysnum.

Sjálvandi eiga vit at forða fyri, at ein tjóð sum Iran fær atgongd til kjarnorkubumbuna. Hinvegin eiga vit at brúka diplomatiið so langt tað røkkur, tó vitandi at tað er eitt mark fyri tí eisini, alt eftir hvat mótparturin vil. Vit mugu hava álit á skilagóðu leiðslunum í Europa, tá tær siga, at diplomatiið er ikki endaliga troytt. Hinvegin má leiðslan í Iran eisini vita, at USA fer ikki í longdini at ganga við til, at einki hendir. Spurningurin er at vita, nær evsta pínumarkið er nátt fyri ávikavist sanktónum og hernðarligum tiltøkum. Tað skulu komandi dagar og vikur siga okkum meira um.

Sosialurin