Húsagangurin hjá Eik Banka hevði stóra ávirkan, og nógv fólk hava mist pengar. Ikki bara stórir íleggjarar, men eisini vanlig fólk, sum av bankanum vórðu lokkað at konvertera sín sparipening til skjótt vaksandi partabrøv. Hesin peningur er allur mistur.
Eik Banki lá á odda í »íslendifiseringini«, sum gekk fyri seg fyri nøkrum árum síðani. Einki var nóg mikið, og tí keypti bankin eisini íslendska bankan, sum fram um aðrar »íslendifiseraði« føroyskt vinnulív við at ráðgeva til keyp av vinnutólum fyri ørandi upphæddir, soleiðis at hundraðtals milliónir vórðu drenaðar úr vinnuni – í flestu førum skattafrítt, sum er púra lógligt í okkara slagi av skattasamfelag
– fyri samstundis at skuldarbinda vinnuna tilsvarandi meira.
Men trøini vaksa ikki inn í himmalin. Í øllum førum ikki støðugt, og tí var gleðin í fleiri førum stokkut. Vit hava sæð glasiligar fyritøkur hýkja á knøunum, summar farnar um húsagangin, aðrar hava mist alt. Sjálvandi kann bankin ikki lastast fyri alt hetta, tí hetta er eisini vánaligur handilsskapur og keypmansskapur hjá teimum, sum rátt hava fyri borgum í hesum fyritøkum.
Men tað er av alstórum týdningi, at leikluturin hjá Eik Banka og Eik Grunni verður endavendur. Samfelagið kann ikki liva við, at fleiri milliardir eru farnar fyri skeytið, uttan at vita, um hetta er gjørt av kleyvarskapi, grovum kleyvarskapi ella av býttheit ella beinleiðis ólógliga.
Her eiga vit at fáa alt fram á borðið. Ikki tí. Tapini eru so stór, at nevnd og stjórn ongan kjans hava at bøta tapini aftur, um so var, at ábyrgdin kann plaserast hjá teimum. Men at vera nevndarlimur í einum banka, tað hevur sjálvandi eina ábyrgd við sær – tað er ikki bara at taka ímóti ovurstórum samsýningum. Tú skalt eisini liva upp til eina slíka ábrygd.
Sambært Skráseting Føroya hevur kanning av viðurskiftunum í grunninum avdúkað umstøður, sum kunnu sáa iva um, hvørt nevndin bert hevur virkað sambært lóg um vinnurekandi grunnar og áhugamálunum hjá grunninum, ella um óviðkomandi fyrilit eisini eru tikin. Víst verður á, at somu persónar ganga aftur í nevndunum í Eik Grunni og Eik Banka, og at tað kann hava havt við sær ivasama dispositiónir um fíggjarliga viðurskifti hjá bankanum fram um tey hjá grunninum.
Vit skulu læra av slíkum mistøkum, og tað gera vit eisini við at plasera ábyrgdina á rætta stað.