Ljóðar hetta kent? Omanfyristandandi brot kundi verið skrivað í 1988, men tað er tað ikki. Soleiðis sær út í dag, og minnir støðan sera nógv um støðuna áðrenn búskaparkreppuna fyrst í 90?unum.
Onkur munur er tó. Rentuspekulatiónin er tipt fyri langari tíð síðani og veðhaldsskyldurnar hjá landinum eru nakað lægri, enn fyri 15 árum síðani. Uttanlandsskuldin er ikki høg, og partar av vinnulívinum tykjast verða vælkonsolideraðir. Fyrr var illa, aftaná stórsaneringarnar fyri 10 árum síðani.
Hóast tað eru element í búskapinum, ið eru munandi betri fyri í dag, enn fyri 15 árum síðani, so krevst at verða á varðhaldi, ístaðin fyri at ganga og skammrósa landstýrisfólki, ið koma at fáa søgunar dóm um 10 ár. Um søgunar dómur yvir búskapar- og fíggjarpolitikkin hjá sitandi samgongu verður positivur ella negativur, kemur tíðin at vísa. Tað er undir øllum umstøðum umráðandi, at landið og bankar skalka lúkurnar, tí sjaskveður kann verða fyri framman. Søgan vísir okkum, at fyriuttan tilfeingi, so koma búskaparligir aldudalar í heimsbúskapinum eisini at raka Føroyar ? vit kunnu bert hyggja at úrslitunum í partabrævahandli seinastu tvey árini.
Fiskivinnan og alivinnan hava havt tað gott nú í mong ár, men trøini veksa sum kunnugt ikki inn í himmalin og er tað umráðandi, at landstýri og løgting taka ávaringarnar frá fiskifrøðingum fyri fult. Umráðandi er eisini, at hugt verður at okkara skattaskipan og frádráttarskipan, soleiðis at einki er í henni, ið ger ovurupphitingina verri.
Ein av grundunum til, at aftur ber til at tosa um búskaparpolitik, fíggjarpolitikk, konjukturar og vinstra/høgra er, at fullveldismálið er lagt á ís, og vit aftur hava heimastýrispolitikk við onkrari hissini yvirtøku her og eina aðrari der. Vinstrivongurin í Løgitinginum ? Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin ? kunnu semjast um nógv, sum vit hava sæð tað í t.d. privatiseringskjakinum. Ein sosialt bevístur skynsamur fíggjarpolitikkur má førast, og kanska kann hetta gerast tvørturum samgongumark við Tjóðveldinum og Javnaðarflokkinum á odda. Løgmaður tosar altíð um samstarv tvørturum samgongumark. Spurningurin er bara, hvussu konstruktivt hann hevði sæð uppá tað, um ein búskapar-, fíggjar- og vinnupolitikkur, ið onkuntíð fór uttanum Fólkaflokkin, hevði gjørst veruleiki.










