Tað steðfestir Ferðslutrygd, sum í gjár kunngjørdi nýggja kanning, sum vísir, at heilt nógvir føroyingar koyra ov skjótt. Fleiri enn annarhvør okkara koyrir vanliga skjótari enn mest loyvda hámarksferð loyvir.
Sambært Ferðslutrygd, so eru batar í nýggju kanningini í mun til hana, sum Ferðslutrygd gjørdi í fjør, og tað kann so merkja, at tað hjálpir at seta fokus á eitt slíkt evni.
Og sjálvandi skal ein stovnur sum Ferðslutrygd leggja dent á ferðina, tí hon er størsti dreparin í ferðsluni. Og at vit júst hava 80 km um tíman sum mest loyvdu ferð á landsvegum hevur sjálvandi sína orsøk.
Kanningar vísa, at vandin fyri at doyggja í ferðsluni økist munandi, um tú setir ferðina upp um 80 km um tíman. Koyrir tú 80 km um tíman og rennir frontalt á, er vandin fyri at doyggja 30 prosent. Men koyrir tú harafturímóti 90 km um tíman og rennir frontalt á, so er vandin fyri at doyggja 70 prosent. At hækka ferðina 10 km um tíman kann tí í stóran mun vera munurin millum lív og deyð.
Javnan hoyra vit røddir um, at á hesum og hasum strekkinum átti mest loyvda ferðmarkið at verða sett upp. Men aftur her eru grundgevingarnar ímóti, at skal ferðin setast upp um teir 80 km um tíman, at so skulu vegirnir ferðslutryggjast munandi – eitt nú við verju millum báðar vegbanarnar eins og á motorvegum. Og slíkt kostar pengar og verður valla gjørt.
Flestu munnu vera samd um, at vit fara ikki at ferðslutryggja vegirnar til motorveglíknandi strekki fyri hundraðtals millónir, tá so nógv annað á samferðsluøkinum støðugt liggur á láni. Tað hevði verið at skotið spurvar við kanónum.
Tí eigur alt kjak um ferðlutrygd og ferð heldur at snúgva seg um at sannføra fólk um, hvussu stóran týdning tað hevur, at fólk halda seg til ferðmørkini heldur enn at fara út í eitt meiningsleyst kjak um at hækka hámarksferð á landavegunum.
Ferðslutrygd má sjálvandi fylgja vísindini, sum sigur, at vandin fyri at doyggja økist úr 30 prosentum upp í 70 prosent, um vit renna frontalt saman við ávikavist 80 og 90 km/t. Tað eru so tøl, sum tala fyri, at vit eiga at velja ta røttu síðuna av galdandi hámarksferðini, um vit skulu geva okkum vón um at liva upp til null-hugsjónina, at eingin skal doyggja í ferðsluni.