ODDAGREIN: Afturhvarv løgmans

Tað var nú ein margháttligur boð­skap­ur, sum løg­maður og flokk­ur hans­ara fara til val uppá: At vit skulu biðja um fleiri pengar frá dønum.

Eitt er, at føroyskir politikarar – við Tjóð­veld­i­num á odda, hava skor­ið burt­ur blokk­stuð­ul­in – utt­an at gera nak­að sum helst fyri at út­vega før­oyska sam­fel­ag­num tilsvarandi – ella fleiri – inn­tøkur. Tað er vorðið sum pol­it­iskt hand­verk. Men sum ikki ein­a­ferð, so er tað »må­let som hel­liger mid­let« og við at kvetta blokk­in á stokk­i­num, so fekk Tjóð­veldi sam­an við Fólk­a­flokki, Sjálv­stýr­is­flokki og Mið­flokki sett hol á til­gongd­ina at loysa Før­oy­ar úr rík­is­fela­gs­skap­i­num.
Hest ein ætlan við góðum in­ten­ti­ónum, hó­ast tær ikki hava ver­ið nóg væl um­hugs­að­ar – og als ikki nóg væl und­ir­bygd­ar.
Men treyð­ugt so. Tað vóru ikki bara teir fýra full­veld­is­flokk­ar­nir,­ sum tóku und­ir við hesi æt­lan. Tað sama gjørdu Sam­bands­flokk­ur­in og Javn­að­ar­flokk­ur­in parvíst, tá teir skip­aðu sam­gongu eft­ir at full­veld­is­sam­gong­an koll­sigldi í 2003. Javn­að­ar­flokk­ur­in og Sam­bands­flokk­urin tóku so mik­ið und­ir við full­veld­is­æt­an­ini, at teir samd­ust við Fólk­a­flok­k­in um, at blokk­s­tuð­ul­in skal skerj­ast. Av­rátt varð tí, at stuð­ul­in ikki skuldi prís­tals­við­ger­ast, men standa í stað nom­i­nelt, so­leið­is at hann í ver­u­leik­a­num minkar í trá við in­fla­ti­ón­ina.
Javn­aða­r­flokk­ur­in held­ur tó fast við hesa støðu. Men løg­ma­ð­ur er dragn­að­ur. Hann tek­ur nú und­ir við Ed­mundi Jo­en­sen, sum alt hetta val­skeiðið hev­ur birt upp und­ir, at gongda leið­in – fyri at bøta um fíggj­ar­ván­ir­nar, er aft­ur at prís­tals­við­gera blokk­in.
Argu­ment­ini eru góð nokk. Tað er løg­tingið sjálvt, sum skal taka hesa støðu. Danir gjanlda fegn­ir.
Men tað er ikki serliga fram­tíð­ar­tryggj­andi pol­i­tikk­ur.
Vit hava á hes­um stað fleiri ferð­ir eft­ir­lýst ein­um greið­um boð upp á eina bú­skap­ar­liga loysn fyri før­oyska sam­fel­ag­ið. Vit halda, at øll, sum bjóða seg fram at stýra landi­num eiga at hava eitt boð upp­á, hvussu vit tryggja okkum bú­skap­ar­liga næstu árini. Valið eig­ur at snúgva seg um bú­skap, um fólka­vøkst­ur og hvussu vit fram­tíð­ar­tryggja væl­ferð­ar­sam­­fel­­ag­ið bú­skap­ar­liga.
Javnaðarflokkurin er komin við einum boð upp á eina skattaumlegging. Sambandið vil hækka blokkstuðulin, meðan Tjóðveldi vil vaksa fólkatalið.
Ymisk sjónarmið. Okkurt ítøkiligt, okkurt afturlítandi og okkurt sum sápubløra...
Veljarin vil hava tó verulig boð.