Oda misti sína bestu vinkonu í 2019

- Men, hetta var eisini árið, tá eg fann dirvið til at fylgja mínum dreymi at arbeiða innan ferðavinnu og stovna mína egnu fyritøku, sigur Oda Wilhelmsdóttir Andreasen.

 

Oda Wilhelmsdóttir Andreasen helt gamlaárskvøld í Miðvági saman við vinfólkum, og sjálv sigur hon, at í Miðvági hevur hon síni bestu nýggjársminni.

- Vit plagdu at halda nýggjár hjá Odu ommu og Victor abba. Tað mest spennandi var, tá árstalið varð tendrað á midnátt á fjallinum hinu megin land. Eg haldi, at tað er meira hugnaligt og siðbundið at halda 2. jólakvøld og nýggjár á bygd. Tað dámar mær best. At møta vinum og kenningum, fara húsagongd og í dans í bygdarhúsinum eftir midnátt.

Hon sigur, at hon á nýggjárinum í fjør upplivdi stórfingnað nýggjárið í Vági, og hon ásannar, at hetta var eitt satt upplivilsi og flottasta nýggjarshald, hon nakrantíð hevur upplivað.

- Ikki minst góða veitslan eftir midnátt hjá fittum fólki í Vági - og so at fara í dans móti morgni. Tað var ein avbjóðing, sum Oda Wilhelmsdóttir Andreasen tekur til.

Hvat gekk væl, og hvat gekk minni væl í 2019?

- 2019 var árið, tá eg fann dirvið til at fylgja mínum dreymi at arbeiða innan ferðavinnu og stovna mína egnu fyritøku, GoLocal.fo. Stóra avbjóðingin var at seta eini eldri hús í Mykinesi í stand og tað arbeiðið, tað var at fáa innbúgv, máling og annað til oynna.

Hon sigur, at síðan var at mála og tapetsera allan seinasta vetur og verða klár at lata gistingarhús upp í mai. Hetta eydnaðist við góðari hjálp frá familju og vinum, og tað fegnast hon um.

- Eg veit ikki ordiliga, hvat gekk minni væl. Havi ikki havt so nógva tíð saman við familju og vinum, sum eg kundi ynskt mær, nú eg havi havt so nógv at gera við at vera sjálvstøðug vinnurekandi, men vónandi verður betri í 2020. 

Oda Wilhelmsdóttir Andreasen sigur, at hon misti sína bestu vinkonu í farna ári. Hon doyði av krabbameini, og hon syrgir framvegis sína vinkonu so sáran.

Hvørjar eru tínar vónir og ætlanir fyri 2020?

- Fyrst í árinum fari eg út at ferðast í tríggjar vikur í Thailandi við einari danskari vinkonu. Vit fara at vitja Bangkok og uppliva tríggjar vakrar oyggjar, Koh Kradan, Koh Lanta og Koh Ngai. Eg elski náttúruupplivingar, so eg gleði meg sera nógv til ferðina. Tá tú arbeiðir innan ferðavinnu, noyðist tú at halda feriu um veturin.

Oda Wilhelmsdóttir Andreasen sigur seg vóna, at hon fær enn fleiri gestir komandi summar, soleiðis at hon fær meira gongd á ráðgevingarpartin innan ferðavinnu í sínari fyritøku - uttanfyri sesongina.

Hevur tú givið eitt nýggjárslyfti?

- Eg tori næstan ikki at fortelja um mítt nýggjárslyfti, men eg umhugsi enn einaferð at gevast at roykja, og tað er helst tíggjundu ferð, eg royni tað, sigur Oda Wilhelmsdóttir Andreasen brosandi.