Barrack Obama kom í nátt eitt týðandi stig nærri uppstillingini í heyst Viðtøkunevndin hjá demokratiska flokkinum í USA samtykti í nátt, at statirnir Florida og Michigan skulu telja við í teirri endaligu uppstillingini.
Men teir báðir statirnir sleppa bara at senda helmingin av sínum valmonnum til ta endaligu uppstillingina. Tað var tað, sum Barrack Obamaa mælti til, og sostatt valdi viðtøkunevndin at fylgja tilmæli hansara.
Fleiri politiskir eygleiðarar hava sagt, at sleppa Florida og Michigan bara at senda helmingin av sínum valmonnum til uppstillingarfundin í august, kann Hillary Clinton eins væl gevast við sínum valstríði nú. Hillary Clinton fekk størri undirtøku í báðum statunum enn Barrack Obama.
Florida og Michigan mistu upprunaliga sína umboðan á uppstillingarfundinum, tí statirnir valdu at framskunda uppstillingarvalið, hóast flokkurin mælti frá.