Obama vann í Wisconsin

Barrack Obama vann uppstillingarvalið hjá demokratunum í Wisconsin í gjár. Hetta er hansara 9. sigur á rað Sambært amerikonsku fjølmiðlunum fekk Barrack Obama 58 prosent av atkvøðunum í Wisconsin, og Hillary Clinton fekk 41 prosent. Hetta var eisini á leið tað, sum meiningakanningar undan valinum vístu.

Í gjár var eisini uppstillingarval á Hawaii-oyggjunum. Tað úrslitið er ikki komið enn, men alt bendir á, at Obama vinnur har eisini.

Republikanararnir høvdu eisini uppstillingarval í Wisconsin í gjár. Her vann John McCain við 55 prosentum av atkvøðunum. Mike Huckabee fekk 37 prosent.