Obama vann seinasta dystin

Barack Obama, forseti, vann í nátt tann triðja og seinasta sjónvarpsdystin ímóti Mitt Romney. Tað var í hvussu metingin hjá veljarum, sum CNN spurdi aftaná.

48 prosent av teimum søgdu, at Obama stóð seg betur, og 40 prosent hildu, at Romney hevði vunnið kjakið. Samstundis søgdu 59 prosent, at Obama hevði staðið seg betur enn væntað, og tað sama søgdu 44 prosent um Romney.

Sjónvarpskjakið í nátt var um uttanríkispolitisk viðurskifti.

Meiningakanningar vísa annars, at tað er púra javnt ímillum tey bæði forsetavalevnini.