Obama missir sína høgru hond

Alt bendir á, at Barack Obama, forseti, missir ein av sínum fremstu ráðgevum. Tað er Rahm Emanuel, sum sambært álítandi keldur ætlar sær at vinna borgarstjórastarvið í heimbýnum Chicago.

Tað hevur ljóðað teir seinastu dagarnar, at Rahm Emanuel ætlar sær at gevast sum ráðgevi hjá Obama, og forsetin hevur eisini boðað frá, at hann fer at koma við einari fráboðan um starvsfólkaviðurskifti seinni í dag.

Emanuel Rahm hevur ofta verið umrøddur sum høgra bhond forsetans. Hann ber orð fyri at vera sera avgjørdur og næstan náðileysur, og tað hevur givið honum eyknevnið ?Rahmbo?.

Amerikanskir fjølmiðlar vænta, at Peter Rouse fer at loysa Rahm Emanuel av sum forsetaráðgevi. Peter Rouse var ráðgevi hjá Obama í árunum frá 2005 til 2008, tá Obama var senatorur.