Amerikanski forsetin, Barack Obama, hevur lovað statinum Oklahoma alla ta hjálp, brúk er fyri, eftir at ein ógvuslig melduródn hevur elvt til miklan skaða.
Borgararnir í Moore skulu vita, at land teirra fer at taka sær av teimum og standa teimum við lið, so leingi sum brúk er fyri tí, segði Obama við tíðindafólk í gjár.
Barack Obama takkaði annars lærarunum, sum gjørdu alt fyri at verja skúlabørnini, og eisini takkaði hann grannum og bjargingarfólkum, ið settu lívið í váða fyri at hjálpa teimum, ið høvdu tað fyri neyðini.
Í minsta lagi 24 fólk hava latið lív í melduródnini, og millum tey deyðu eru fleiri skúlabørn. Framvegis eru eini 40 fólk ikki komin afturíaftur.