Obama heiðraði Bob Dylan

Barack Obama, forseti, heiðraði í gjár tónleikaran og sangskrivaran Bob Dylan við tí hægsta sivila heiðurstekninum, sum nakar amerikanari kann fáa.

Dylan var kortini ikki tann einasti, tí umframt hann heiðraði forsetin rithøvundin Toni Morrison, rúmdarmannin John Glen, fyrrverandi uttanríkisráðharran Madeleine Albright og níggju onnur.

Í hesum sambandi var hátíðarhald í Hvítu Húsunum, og fagnaðurin var óførur, tá forsetin hongdi heiðursteknið um hálsin á Bob Dylan.

-Øll, frá Bruce Springsteen til U2, hava nógv at takka Bob Dylan fyri. Tað er einki størri stórmenni í amerikanskari tónleikasøgu, segði Obama, sum mátti viðganga, at hann er stórur Dylan-fjeppari.