Amerikanski forsetin kom í morgun til Keypmannahavnar og fór beinleiðis í Bellacentrið. Har fór hann fyrst á fund við Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, og aftaná skuldi hann hitta kinesiska forsætisráðharran, Wen Jiabao.
Fyri veðurlagsráðstevnuna er tað avgerandi, hvørja støðu júst USA og Kina hava, tí umleið 40 prosent av øllum CO2-útlátinum í heiminum kemur haðani.
Í morgun varð fráboðað, at eitt avtaluuppskot er orðað, og at tað verður lagt fyri leiðararnar í dag.