Nyttar einki at vera ill við okkum

- Tað nyttar onki hjá hetlendingum at vera í øðini inn á Føroyar, um teir halda at vit fiska ov nógv í ES sjógvi.

 

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum er á almennari vitjan í Hetlandi, har hetlendski stjórnarleiðarin, Malcolm Bell, er vertur.

Saman við skotum hava hetlendingar verið í øðini inn á føroyingar, sum skulu hava fingið alt ov góðar treytir frá ES, umframt at fara ofta um mark og fiska ov tætt landi.

 

Men undir vitjanini í Hetlandi hevur løgmaður víst skuldsetingunum aftur, skrivar Vágaportalurin, ið endurgevur Shetland Times.

 

Aksel V. Johannesen sigur seg vita um ónøgdina hjá hetlendskum og skotskum fiskimonnum, men sigur eisini, at føroyingar kunnu ikki gera so nógv við tað, tí hetta er alt avtalað við ES frammanundan. 

 

- Tað málið mugu tit taka upp við ES, sigur løgmaður, sum leggur aftrat, at føroyingar í veruleikanum halda seg hava rætt til at fiska enn meira.

 

Aksel V. Johannesen kom til Hetlands í gjár, og umframt hetlendska stjórnarleiðaran, skal løgmaður hitta fleiri hetlendskar politikarar, umboð fyri hetlendsku fiskivinnuna og aðrar áhugabólkar, áðrenn vitjanin endar í morgin.