Nýtt videolag frá Swangah

Swangah kemur í næstum við síni næstu útgávu, og nú er fyrsta staklagið og tilhoyrandi videolag klárt.

Hiphop bólkurin Swangah eru til reiðar við teirra fyrsta videolagið, nú nýtt tilfar er á gáttini.

 

Bólkurin leggur í løtuni seinastu hond á verkætlanina, Lán mær eitt oyra, og lagið, Áðrenn vit flagga, er fyrsta staklagið av nýggju útgávuni. Enn er ikki greitt, nær komandi útgávan verður liðug.

 

Tónleikurin er framleiddur av kendu Snowgoons, ið eisini framleiða tónleik til m.a. Jedi Mind Tricks, R.A. The Rugged Man, La Coka Nostra og eina rúgvu ørðum altjóða viðurkendum hiphopbólkum og rappararum.

 

Snowgoons vitjaðu G! festivalin í fjør og hava áður framleitt tónleik til Swangah, millum annað á fløguni Undirgangstónar.

 

Eyðun Müller Thomsen / Nudye hevur framleitt videolagið.