Nýtt spælipláss mitt í Havn

Spæliplássið í Grasagarði, millum Steinatún og Kongagøtu, verður nú dagført

– Nýggja spæliplássið bjóðar inn til spæl, rørslu og uppihald, og við forvitnisligum upplivingum og uppihaldsmøguleikum skal Grasagarður verða ein savningarstaður í miðbýnum.

 

Soleiðis siga tey úr Tórshavnar kommunu. Arbeiðið at gera spæliplássið verður liðugt til ólavsøku.

 

– Nýggj ljósseting skal vera við til at tryggja, at Grasagarður eisini verður innbjóðandi í myrku tíðini.

 

Verkætlanin varð boðin út sum ein heildararbeiðstøka, og verkætlanin fevnir um allar tilfars- og arbeiðsveitingar í sambandi við skipan og gerð av spæliøki í Grasagarði sambært heildaruppskoti. Fyritøkan Sp/f Arta vann útboðið.