Nykur nýtt borðtennisfelag á Toftum

Gjøgnum fleiri ár hevði B68 borðtennis á Toftum, og felagið vann ein hóp av meistaraheitum í flestu deildum. Nú verður lív aftur blást í hesa ítróttargrein í kommununi. Fríggjakvøldið var stovningarfundur í Tofta skúla av einum borðtennisfelag við heimstaði á Toftum. Eini 30 fólk av Toftum, Nesi, Saltnesi, Saltangará og úr Oyndarfirði vóru við til sjálvan fundin. Meðan felagið varð stovnað, skipaði Borðtennissamband Føroya fyri landsliðsvenjing í fimleikarhøll skúlans, har venjari úr Svøríki tók sær av hesum.

Fundurin gjørdi av, at navnið á nýggja borðtennisfelagnum verður Nykur, sum er gamalt og søguligt navn í Nes kommunu.

Í fyrstu nevnd felagsins valdi fundurin Sigrun Johannesen, Toftir, Edit I. Poulsen, Oyndarfjørður og Kristian í Stórustovu, Toftir. Til tiltakslimir vórðu vald Hanna Joensen, Oyndarfjørður og Ian D. Jacobsen, Toftir.

Eftir valið, skipaði nevndin seg við Kristiani í Stórustovu sum formanni.

Umstøðurnar at spæla borðtennis í Tofta skúla eru sera góðar, eftir at skúlin hevur fingið nýggja og stóra fimleikarhøll.

Millum fundarluttakararnar fríggjakvøldið var eitt nú borgarstjórin, Símun Johannesen, sum eins og onnur í bygdaráðnum hevur vísti tiltakinum at stovna borðtennisfelag stóran áhuga.

Nú fer borðtennisfelagið Nykur at søkja Nes kommunu um tímar í fimleikarhøllini og um stuðul til keyp av borðtennisborðum.

Gjøgnum fleiri ár hevði B68 borðtennis á Toftum, bæði við kvinnum og monnum, og felagið vann ein hóp av meistaraheitum í flestu deildum.

Nú umstøðurar eru vorðnar so góðar við nýggju høllini, verður lív aftur blást í hesa ítróttargrein.