Nýhugsan, íverksetan og møguleikar innan ferðavinnu í Oyndarfirði

Í døgunum 16. og 18. mars skipar Visit Runavík fyri forvitnisligum átaki í Oyndarfirði. 

 

Evnið verður ferðavinna, og sjóneykan verður sett á nýhugsan, íverksetan, og møguleikar innan ferðavinnuna sum heild í Oyndarfirði og har um leiðir. Til ber bæði at leita sær íblástur, men eisini at fáa ítøkiliga vegleiðing ella svar upp á ivamál.

 

Fyrireikararnir vóna, at bæði ung sum eldri fara at luttaka, tí óansæð aldur ber til at gerast ein partur av ferðavinnuni.

 

Tiltakið verður í skúlanum í Oyndarfirði hóskvøldið 16. mars frá kl. 19:00-21:00 og heldur fram leygarmorgun 18. mars frá kl. 10.00-12.30.  Til ber at tekna seg til tiltakið á visit(at)runavik.fo ella við at ringja á tlf. 417060. Tað er ókeypis at luttaka, og ein drekkamuður verða at fáa. Tiltakið er ætlað fólki, ið eru búsitandi ella hava tilknýti til Oyndafjørð. Ætlanin er, at Visit Runavík fer at skipa ymisk átøk innan ferðavinnu aðrastaðni í kommununi komandi tíðina.

 

Fyrireikararnir siga seg vóna, at nógv fólk koma á gátt til íblástur, vegleiðing ella prát.