Hildigarð, ið er búsitandi í Kollafirði, hevur drúgvar royndir úr upplivingar- og ferðavinnuni.
Hildigarð er bachelor í Tourism management og hevur harafturat skrivstovuútbúgving innan fyrisiting.
Trivnaðarsamskiparin er ein týðandi partur av umsitingini í Sunda kommunu og hevur hópin av uppgávum innan samskifti og samskipan. Hildigarð hevur ábyrgd av at samskipa tiltøk hjá Sunda kommunu og leiklutin hjá kommununi við onnur, ið fyriskipa tiltøk í Sunda kommunu. Eisini hevur hon samskiftið við ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi, áhugafeløg, trúarlív, vinnufeløg, einstaklingar v.fl. um hendi.
Sum trivnaðarsamskipari er Hildigarð eisini skrivari í trivnaðarnevndini og hevur ábyrgd av at fyrireika og avgreiða mál hjá trivnaðarnevndini.











