Nýggjur tekniskur leiðari

Tann 1. mai byrjaði Súni Christiansen sum tekniskur leiðari hjá Sunda kommunu.

Súni, sum er 39 ára gamal, er útbúgvin sivilverkfrøðingur í umhvørvistøkni á lærda háskúlanum í Aalborg.

Tey seinastu fimm árini hevur Súni Christiansen arbeitt sum deildarleiðari fyri heilsu- og umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu. Frammanundan arbeiddi hann fimm ár sum verkætlanarleiðari og varðadeildarleiðari á táverandi verkleiðsludeildini hjá Landsverki, skrivar Sunda kommuna á sínari heimasíðu.