Fótbóltslagið er avbera gott í NSÍ fyri tíðina. Liðið liggur heldur óvæntað á odda í Effo-deildini, eftir 10. umfør. Nú er eisini ein nýggjur NSÍ sangur gjørdur.
Tað er Harry Knudsen, hjálparvenjarin hjá NSÍ, sum hevur skrivað tekstin, meðan Hjalti Joensen hevur gjørt tónleikin til sangin “Gult og svart”. Tað er Jens Marni Hansen, sum syngur.
Spælararnir syngja kór, men hómast ein rættur tóni í kórinum, so er tað tí at lokala countrystjørnan, Kristina S. Bærendsen, eisini syngur við kórinum.
Til ber at hoyra sangin við at trýsta á pílin á myndini.