Nú verður arbeiðið at gera nýggjan musikkskúla í Havn, boðið út.
Tað varð upplýst á býráðsfundi í Havn hóskvøldið.
Á fundinum upplýsti Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini, at arbeiðið at gera musikkskúlan, er nú klárt at bjóða út, og tað verður nú um mánaðarskiftið, at útbjóðingin verður.
Mett verður so, at tað tekur einar 18 mánaðir at fáa skúlan lidnan, og sostatt verður hann liðugur á út ímóti ársenda næsta ár.
Musikkskúlin hevur elvt til nógv stríð, ikki minst hevur stríð verið um, hvar hann skal vera. Upprunaliga skuldi hann byggjast við Norðurlandahúsið. Men síðani tók meirilutin í Tórshavnar Býráð eina umstrídda avgerð um at flyta hann á eitt stykki við Landavegin, har ætlanin upprunaliga var at byggja eina ítróttarhøll.
Men á býráðsfundinum hóskvøldið var upplýst, at enn einaferð er tankin frammi um at flyta musikkskúlan.
Tórshavnar Býráð hevur gjørt av at bjóða mentamálaráðnum at byggja tjóðleikhús á Skálatrøð og nú hevur tað verið nevnt, at tað hevði verið hóskandi at musikkskúlin eisini verður bygdur í Skálatrøð, beint við Tjóðleikhúsið.
Jógvan Arge, býráðslimur fyri Tjóðveldi, sigur, at tað kann staðfestast, at í býráðnum hava følarar verið úti fyri at vita um staðsetingin á Landavegnum nú er tann rætta kortini, og um tað ikki hevði verið betri at lagt hann í Skálatrøð, saman við Tjóðleikhúsinum
Men á býráðsfundinum hóskvøldið staðfesti bæði Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Helena Dam á Neystabø, at tað verður so ikki Tórshavnar Býráð, sum tekur stig til at flyta skúlan enn einaferð. Og sostatt verður framvegis arbeitt eftir samtyktini um at byggja hann á Landavegnum.