Setanarbólkurin fyri Dugna hevur valt at seta Stig Elttør sum deildarleiðara á skúlanum við Áir.
Tá ið umsóknarfreistin var úti, vóru íalt 16 umsóknir komnar til starvið.
Stig Elttør er 47 ár og útlærdur lærari, KT-vørð og Master í IKT og Læring.
Hann hevur virkað í tættum samstarvið við skúlaleiðsluna á skúlanum við Ósánna í mong ár sum KT-vegleiðari og KT-umsitari í skúlanum og er virkin í ymiskum nevndararbeiði innan leiðslu.
Stig Elttør tekur við starvinum skjótast til ber.